Jobsbók 19
19
Job svarar: Hjartaloysi vinanna
1Tá svaraði Job og segði: 2«Hvussu leingi vilja tit sál mína meina, og berja meg sundur við orðum? 3Tíggju ferðir hava tit nú háðað meg, tit skammast ikki fyri at fara illa við mær. 4Havi eg í roynd og veru gjørt skeivt, og hongur misgerð uppi í mær? 5Ella vilja tit reiðuliga gerast stórir móti mær og seta at mær við háð?
Trúloysi vinanna og vónloysi Jobs
6So vitið tá, at Guð hevur boygt meg niður og hevur ringað net sítt um meg. 7Sí, eg rópi: «Valdsgerð!» men fái einki svar, eg kalli á hjálp, men eingin rættur er. 8Hann hevur byrgt veg mín, so eg sleppi ikki fram, og lagt myrkur um leiðir mínar. 9Hann hevur latið meg úr heiðuri mínum og tikið krúnuna av høvdi mínum. 10Hann hevur brotið meg niður allar staðir, so at eg má burtur, og slitið upp vón mína eins og træið. 11Vreiði hans logar móti mær, hann heldur meg vera fígginda sín. 12Í felagi koma skarar hans fram og halda ferð síni móti mær, teir seta herbúðir sínar kring tjald mítt. 13Brøður mínir eru farnir frá mær, vinir mínir vilja ikki vita av mær, 14næstingar mínir og kunningar halda sær burtur, húsfólk míni hava gloymt meg; 15arbeiðiskonur mínar rokna meg fyri fremmandan, eins og ókunnigur maður eri eg í eygum teirra; 16rópi eg á træl mín, svarar hann ikki, eg má bøna og biðja hann við munni mínum; 17konu míni stendst við anda mín, ein dampur eg eri fyri mínum egnu brøðrum; 18sjálvt óvitadreingir vanvirða meg, tá ið eg reisist, spotta teir meg. 19Allir mínir lagsmenn hava mótboð av mær, og teir, ið eg elskaði, venda sær frá mær. 20Beinini hanga føst í húð míni, við holdinum í tonnunum komst eg undan. 21Várkunn, várkunn, tit vinir mínir, tí at hond Guðs hevur rakt meg! 22Hví elta tit meg við eins og Guð og verða ei mettir av holdi mínum?
Men kortini væntar hann at síggja Guð sær við lið sum hjálparmann
23Gævi at orð míni vórðu skrivað upp, vórðu ritað í bók, 24við jarngrifli og blýggi, høgd í klett fyri allar ævir! 25Men eg veit, at loysnari mín livir, yvir dustið skal málsmaður rísa upp. 26Tá ið húð mín er burturtærd, skal eg tó frá holdi mínum skoða Guð, 27sum eg skal síggja mær við lið; hann skulu eygu míni síggja og ongan fremmandan! Nýru míni farast inni í mær!
Tá skulu vinirnir koma til at kenna Guðs vreiði
28Tá ið tit siga: «Hvør vit skulu hann elta, eftir rótini til málið vilja vit kanna hjá honum!» 29Tá varið tykkum fyri svørðinum, tí at vreiði verður hevnd við svørði, til tess at tit mega sanna, at dómur er til!»
Currently Selected:
Jobsbók 19: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society