YouVersion Logo
Search Icon

Jobsbók 18

18
Onnur tala Bildads: Job heldur ov lítið um vinirnar og ov nógv um sjálvan seg
1Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og segði: 2«Halt tó uppat við orðum tínum, sissast, og lat okkum tala! 3Hví skulu vit verða roknaðir fyri neyt, sum ómælandi í eygum tínum? 4Tú, sum slítur sál tína sundur í vreiði tíni, – skal fyri tína skuld jørðin gerast oyðin og fjallið flytast úr sínum staði?
Lagna teirra gudleysu
5Nei, ljós hins gudleysa sloknar, og eldslogi hans lýsir ikki; 6ljósið myrknar í tjaldi hans, lampan sloknar uppi yvir honum; 7tey treystu stig hans styttast, hans egnu ráð fáa hann at falla; 8fótur hans verður dreivaður í netið, hann gongur seg fastan í garnið; 9fellan tekur um hælin á honum, lykkjan rubbast saman um hann; 10snerran er fjøld fyri hann á jørðini, fjøtur eru fyri honum á veginum; 11ræðslur ræða hann runt íkring og styggja hann fyri hvørt stig; 12ógævuni sveingist eftir honum, undirgangur bíðar eftir falli hans; 13hann skal eta limirnar á likami hans, ja, deyðans frumburður skal eta limir hans; 14hann verður burturryktur úr tjaldi sínum, sum var hans treyst, og hann skal verða beindur til ræðslukongin; 15í tjaldi hans heldur undirgangur til, svávul verður stroyddur yvir bústað hans; 16í neðra torna røtur hans, í erva følna greinar hans; 17minnið um hann hvørvur av jørðini, navn hans er ikki nevnt úti á gøtum, 18tey koyra hann úr ljósinum út í myrkrið og reka hann burtur av jarðarríki; 19hvørki børn ella ætt hevur hann í fólki sínum, í heimbýli hans er eingin undansloppin. 20Vestanmenn eru ovfarnir av forlagadegi hans, og eystanmenn øtast. 21Ja, soleiðis gongst bústaði hins vánda, heimi hans, ið ikki kennir Guð.»

Currently Selected:

Jobsbók 18: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in