Jobsbók 17
17
Framhald av svari Jobs: Guð má hjálpa, tí við deyðanum er øll vón burtur
1Andi mín er farin, lív mítt sloknað, gravir bíða mín. 2Vissuliga, spottarar eru rundan um meg, og harmiligt er tað, sum eyga mítt má skoða. 3Set veð fyri meg hjá tær! Hvør skal annars taka í hond mína? 4Tí at tú stongdi hjørtu teirra fyri viti, tessvegna vilt tú ikki hevja teir upp. 5Tann, sum svikaliga letur vinir sínar til ræningar, á sonum hans skulu eyguni slokna. 6Tú hevur gjørt meg til orðtak millum manna, jartekin eg eri vorðin fyri teim; 7eyga mítt er dapurt av harmi, sum skuggi eru allir mínir limir. 8Rættvísir øtast við slíkt, og hin sakleysi ilskast um hin vánda; 9men hin rættvísi gongur sína leið, og tann, ið reinar hevur hendur, styrknar enn meira. 10Men tit, – komið tit bert allir higar aftur, ongan finni eg vísmann tykkara millum. 11Dagar mínir líða at deyða, hjartans ætlanir mínar eru brostnar; 12náttina geri eg til dag, ljósið fyri framman meg er myrkur; 13tá ið eg vóni, fái eg tó hús mítt í helheimi, í myrkrinum reiði eg legu mína. 14Tá ið eg kalli grøvina «faðir mín», og maðkarnar «móður mína og systur», 15hvar er tá vón mín, og hvør kann tá eygna lukku mína? 16Munnu tær vilja fylgja mær oman í helheim, skulu saman vit fara til moldar?»
Currently Selected:
Jobsbók 17: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society