YouVersion Logo
Search Icon

Jobsbók 16

16
Job svarar: Møðiligir uggarar eru vinirnir
1Tá svaraði Job og segði: 2«Eg havi hoyrt nóg mikið av slíkum, møðiligir uggarar eru tit allir samlir! 3Helmar orðavindurin ongantíð í? Hvat hevur fingið teg til at svara? 4Eg kundi talað eins og tit, um tit vóru í mínum staði, snúgvað orðum mínum móti tykkum og rist við høvdinum at tykkum, 5styrkt tykkum við munni mínum og ikki spart eymkandi orðum. 6Um eg tali, tá linnar ikki kvøl mín, og um eg tigi, hvønn lætta fái eg tá?
Guð letur Job líða uttan orsøk
7Tó, nú hevur hann møtt meg út, – alt húski mítt hevur tú oytt – 8hevur nívt meg, og tað er vitni móti mær; sjúkdómur mín vitnar móti mær. 9Vreiði hans slítur meg sundur og eltir meg, hann bítur á kampi móti mær, fíggindarnir hvessa eyguni at mær. 10Teir tamba upp gapið móti mær, geva mær skemdarhøgg á kinn og tyrpast í flokk uttan um meg. 11Guð gav meg upp til misgerðarmenn, kastaði meg í hendur á gudleysum. 12Eg livdi í friði, tá breyt hann meg sundur, hann tók meg í nakkan og sorlaði meg; hann setti meg upp sum eitt skotmál, 13ørvar hans um meg fljúgva, uttan at eira sker hann nýru míni sundur og tømir út gall mítt til jarðar. 14Skarð eftir skarð brýtur hann í meg, eins og hermaður herjar hann á meg. 15Sekk havi eg seymað um húð mína og borað horn míni niður í moldina. 16Andlit mítt er trútið av gráti, myrkur liggur yvir eygnalokum mínum, 17tó at tað ikki er órættur í míni hond, og bøn mín er rein!
Men Guð er kortini einasti verji hans; hann biður hann døma nú
18Jørð, fjal tú ikki blóð mítt, og klaga mín fái einki íhald! 19Longu nú er vitni mítt á himnum, og verji mín í hægstu hæddum. 20Gævi, at vinur mín var at hitta! Grátandi lítur eyga mítt til Guðs, 21at hann dømir millum menniskju og Guðs, millum mannin og vin hans; 22tí at hini tøldu árini líða, og eg skal fara ta leið, sum eg ikki komi aftur.

Currently Selected:

Jobsbók 16: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in