Dómarabókin 17
17
Halgidómur Mika á Efraims fjøllum
1Maður búði í Efraims fjøllum nevndur Mika at navni. 2Hann segði við móður sína: «Hinir eitt túsund og eitt hundrað siklarnir í silvuri, sum vórðu tiknir frá tær, og hvørja vegna tú baðst ilt, meðan eg sjálvur lýddi á, sí, teir eru hjá mær; tað var eg, sum tók teir.» Tá mælti móðir hans: «Harrin signi teg, sonur mín!» 3Síðan flýddi hann móður síni teir eitt túsund og eitt hundrað silvursiklarnar. Og móðir hansara mælti: «Hatta silvurið skal av mær verða Harranum halgað, syni mínum til handa, til tess at hann úr tí skal gera gudamynd, eina stoypta mynd.» 4Men tá ið hann hevði fingið móður síni silvurið aftur, tók hon tvey hundrað silvursiklar og fekk gullsmiðinum, og hann gjørdi úr teimum gudamynd, stoypta mynd, sum varð sett upp í húsinum hjá Mika. 5Hesin maður Mika átti gudshús; og hann gjørdi sær akulmynd og húsgud og vígdi ein av sonum sínum til at vera prestur hjá sær. 6Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael; hvør maður gjørdi, sum honum líkaði best. 7Men í Betlehem í Júda var ungur maður av Júda ætt; hann var Leviti og búði har í útisetri. 8Hesin maður fór úr heimbygd síni Betlehem í Júda til tess at búgva aðrastaðni í útisetri; og tá ið hann kom niðan á Efraims fjøll, fór hann inn á gátt hjá Mika og ætlaði at halda ferðini áfram. 9Men Mika segði við hann: «Hvaðan kemur tú?» Hann svaraði honum: «Eg eri Leviti úr Betlehem í Júda og eri á ferð at setast niður onkustaðni í útisetri.» 10Tá segði Mika við hann: «Búgv hjá mær, so skalt tú verða faðir og prestur hjá mær, og eg skal geva tær tíggju siklar í silvuri um árið umframt klædnahald og vistir.» 11Tá eftirlíkaði Levitin manninum og tók upp bústað hjá honum. Og honum dámdi tann unga mannin, eins og hann hevði verið ein av sonum hansara. 12Mika vígdi nú Levitan, og tann ungi maðurin varð prestur hans; og hann varð verandi í húsinum hjá Mika. 13Tá segði Mika: «Nú veit eg, at Harrin vil sýna mær góðvild, av tí at Leviti er vorðin prestur hjá mær.»
Currently Selected:
Dómarabókin 17: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society