Bible App logo
Search Icon

Dómarabókin 18

18
Gudamyndin hjá Mika kemur til Dáns
1Á teimum døgum var eingin kongur í Ísrael, og á teimum døgum leitaðu Dánitar eftir arvaluti at búgva í; tí at inntil tá høvdu teir ongan lutin fingið millum ættir Ísraels. 2Dánitar valdu tá úr ættarfólki sínum fimm reystar menn frá Zóreu og Esjtaol og sendu teir til at kanna landið og rannsaka tað. Og teir søgdu við teir: «Farið og kannið landið!» Teir komu nú niðan á Efraims fjøll og inn við hús hjá Mika og lógu nátt har. 3Men tá ið teir nærkaðust húsinum hjá Mika, kendu teir málið á tí unga Levitanum, og teir fóru inn og spurdu hann: «Hvør hevur ført teg higar, og hvat hevst tú at her, og hví ert tú her?» 4Hann svaraði teimum: «Hetta og hetta hevur Mika gjørt móti mær; hann leigaði meg til at vera prestur hjá sær.» 5Teir søgdu tá við hann: «Far og leita ráð við Harran, so at vit mega fáa at vita, um henda ferð okkara man fara at eydnast.» 6Presturin svaraði teimum: «Farið heilir og happadrúgvir, tí at ferð tykkara hóvar Harranum!» 7Teir fimm menninir fóru tá leið sína og komu til Lájisj; teir sóu, at fólkið, sum har búði, livdi í trygdum, eins og Zidonitar livdu í ró og trygdum, og at eingin skortan var á nøkrum í landinum; fólkið var ríkt og búði fjart frá Zidonitum og hevði einki samband við Áramitar. 8Tá ið teir komu aftur til brøður sínar í Zóreu og Esjtaol, spurdu hinir teir: «Hvørji tíðindi hava tit?» 9Teir svaraðu: «Á føtur, og latum okkum fara niðan til Lájisj, tí at vit hava sæð landið, og sí, tað er frálíka gott! Sitið nú ikki og bínið og ivist í at fara avstað til at leggja landið undir tykkum! 10Tí at Guð hevur givið tað upp í hendur tykkara – land har ikki trot er á nøkrum, sum finst á fold; har fara tit at hitta fólk, sum livir óttaleyst; og landið er stórt!»
11Tá fóru seks hundrað herklæddir menn av Dáns ætt úr Zóreu og Esjtaol, 12og teir hildu norðureftir og settu herbúðir sínar í Kirjat-Jearim í Júda. Tí eitur tann staður enn í dag Dáns herbúðir og fyri vestan Kirjat-Jearim. 13Haðan fóru teir yvir á Efraims fjøll og komu at húsunum hjá Mika. 14Tá mæltu hinir fimm, sum høvdu verið og kannað Lájisj, og søgdu við ættarmenn sínar: «Vita tit, at í hesum húsi finst bæði akulmynd og húsgudur, skurðgudamynd, stoypt mynd? Hugsið nú um, hvat tit eiga at gera!» 15Teir fóru tá hagar og gingu inn í húsið hjá tí unga Levitanum, í húsið hjá Mika, og bóru honum kvøðu. 16Men hinir seks hundrað herbúnu Dánitar vórðu standandi eftir við liðið. 17Hinir fimm, ið høvdu verið og kannað landið, fóru nú og tóku hina stoyptu skurðgudamyndina, akulmyndina og húsgudin, meðan presturin og hinir seks hundrað herbúnu menninir stóðu við liðið. 18Men tá ið teir gingu inn í húsið hjá Mika og tóku hina stoyptu skurðgudamyndina, akulmyndina og húsgudin, segði presturin við teir: «Hvat er tað, tit havast at?» 19Teir svaraðu honum: «Tigandi! Legg hond á munn! og kom við okkum og verð faðir og prestur hjá okkum. Líkar tær betur at vera húsprestur hjá einum manni enn at vera prestur hjá ætt og ættargrein í Ísrael?» 20Tá varð presturin glaður, tók akulmyndina, húsgudin og skurðgudamyndina og bant felag við menninar. 21Síðan fóru teir haðan og hildu avstað; og teir lótu konur og børn, fenað og dýrgripir vera á odda.
22Men tá ið teir vóru komnir langt frá húsunum hjá Mika, savnaðust teir menn, sum búðu í grannahúsum Mika; teir tóku at elta Dánitarnar og fingu teir aftur. 23Og tá ið teir rópaðu á Dánitarnar, snúðust teir á og søgdu við Mika: «Hvat bagir tær, at tú kemur so fjølmentur?» 24Hann svaraði: «Tit hava tikið gudar mínar, sum eg gjørdi mær, og prestinum eru tit farnir avstað við! Hvat eigi eg nú eftir? Hvussu kunnu tit spyrja meg, hvat mær bagir?» 25Men Dánitar svaraðu honum: «Lat okkum ikki hoyra eitt orð av tær afturat, annars kunnu huggrammir menn verða tykkum at bana, so at bæði tú og ættarmenn tínir týna lívið!» 26Síðan fóru Dánitar leið sína; og tá ið Mika sá, at teir vóru ovursterkir, snúðist hann heim aftur til húsa.
27Tá ið teir nú høvdu tikið alt hetta, sum Mika hevði gjørt sær, og somuleiðis prest hansara, fóru teir ímóti Lájisj, móti fólki, sum livdi í trygdum og friði; og teir jarðløgdu tað við svørði og settu eld á borgina. 28Eingin kom til hjálpar, tí at borgin lá langt frá Zidon og hevði einki samband við Áramitar. Hon stóð í dalinum við Bet-Rehob. Síðan endurreistu teir borgina og settust niður har. 29Og teir kallaðu borgina Dán eftir Dán, ættarfaðir teirra, synir Ísraels. Men áður hevði hon itið Lájisj. 30Har settu Dánitar sær gudamyndina upp; og Jónatan Gersjomsson Mósessonar og synir hansara vóru prestar hjá Dáns ætt, alt til fólkið varð herleitt úr landinum. 31Og gudamyndina, sum Mika hevði gjørt sær, settu teir upp hjá sær; og har var hon alla ta tíð, sum gudshúsið var í Silo.

Currently Selected:

Dómarabókin 18: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

Video for Dómarabókin 18