Dómarabókin 16
16
Samson í Gaza
1Eina ferð kom Samson til Gaza; har sá hann skøkju og fór inn til hennara. 2Men tá ið Gazabúgvar frættu, at Samson var farin inn hagar, fóru teir og løgdu seg á loynum eftir honum við borgarliðið; har hildu teir seg kvirrar alla náttina og ætlaðu at drepa hann, tá ið tað tók at lýsa fyri degi. 3Men Samson svav út á hálva náttina, og um miðju nátt fór hann upp, treiv um hurðarnar á borgarliðinum og skræddi tær upp við hurðarstólpum og loku, legði tað alt upp á herðar sínar og fór við tí dygst upp á fjallið áraka Hebron.
Samson og Dalila
4Nakað eftir hetta fekk hann hug á konu, sum búði í Sorekdali, Dalila nevnd at navni. 5Tá fóru høvdingar Filista niðan til hennara og søgdu við hana: «Lokka nú út úr honum, og fá tú greiði á, í hvørjum hans mikla alv liggur fjalt, og hvussu vit kunnu basa honum, so at vit fáa bundið og kúgað hann; tá skal hvør okkara geva tær eitt túsund og eitt hundrað siklar í silvuri.» 6Dalila segði tá við Samson: «Sig mær tó, hvat tað er, ið gevur tær hetta mikla alv, og hvussu tú kanst verða bundin og kúgaður?» 7Samson svaraði henni: «Verði eg bundin við sjey nýggjum bogastreingjum, ið ikki eru vorðnir turrir, tá vikni eg og verði eins og menn flestir.» 8Tá fingu høvdingar Filista henni sjey nýggjar bogastreingir, ið ikki vóru vorðnir turrir, og hon bant hann við teimum; 9samstundis hevði hon menn inni í skemmuni at sæta honum. Síðan rópaði hon á hann: «Samson, Filistar koma eftir tær!» Men hann sleit reipini sundur eins og ullartráð, sum eldur kemur at, og orsøkin til alv hans varð ikki funnin. 10Tá segði Dalila við Samson: «Sí, tú hevur teipað meg og logið fyri mær! Sig mær nú, við hvørjum tú kanst verða bundin!» 11Hann svaraði henni: «Verði eg bundin við nýggjum reipum, ið áður ikki hava verið nýtt í nakrari vinnu, tá vikni eg og verði eins og menn flestir.» 12Tá tók Dalila nýggj reip og bant hann við teimum; síðan rópaði hon á hann: «Samson, Filistar koma eftir tær!» og menninir, ið sætaðu honum, vóru í skemmuni. Men hann sleit fjøtrini av ørmum sínum, eins og tað hevði verið tráður. 13Tá segði Dalila við Samson: «Aftur hevur tú teipað meg og logið fyri mær! Sig mær nú, við hvørjum tú kanst verða bundin!» Hann svaraði henni: «Vevur tú hárlokkar mínar sjey á høvdi mínum upp í veftin og slær teir fastar við vevskeiðini, tá vikni eg og verði eins og menn flestir.» 14Tá ruraði hon hann í blund og vav hárlokkar sjey á høvdi hans upp í veftin og sló teir fastar við vevskeiðini. Síðan rópaði hon á hann: «Samson, Filistar koma eftir tær!» Men tá ið hann vaknaði, skræddi hann sundur bæði vev og veft. 15Tá segði hon við hann: «Hvussu kanst tú siga, at tú unnar meg, tá ið tú ikki lítur á meg, men hevur tríggjar ferðir teipað meg og ikki viljað sagt mær loyndarmálið við tínum mikla alvi?» 16Sum hon soleiðis dag um dag strongdi á hann og trongdi hann við orðum sínum, varð hann at endanum so móður í huga, 17at hann læt upp fyri henni alt hjarta sítt og segði við hana: «Rakiknívur hevur ikki verið á høvdi mínum, tí at frá móðurlívi havi eg verið Guði halgaður; um eg verði rakaður, so víkur alv mítt frá mær, og eg vikni og verði eins og allir aðrir menn.»
18Tá ið Dalila sá, at hann hevði latið upp alt hjarta sítt fyri henni, sendi hon boð eftir høvdingum Filista og segði við teir: «Komið nú, tí at nú hevur hann latið upp alt hjarta sítt fyri mær!» Tá fóru høvdingar Filista niðan til hennara og høvdu silvurið við sær. 19Síðan ruraði hon hann í blund á fangi sínum og kallaði á mann til at raka hárlokkarnar sjey av høvdi hans. Tá viknaði hann, og alv hansara hvarv. 20Hon rópaði nú: «Samson, Filistar koma eftir tær!» Og tá ið hann vaknaði úr svøvni, hugsaði hann: «Eins og áður man eg eisini hesa ferðina sleppa undan og skræða meg leysan.» Men hann visti ikki, at Harrin var vikin frá honum. 21Tá tóku Filistar hann á hondum og stungu eyguni út á honum. Síðan fluttu teir hann oman til Gaza og løgdu hann í fjøtur av kopari. Har mátti hann mala á kvørn í myrkustovu. 22Men hárið á høvdi hans tók aftur at vaksa, eftir at tað var avrakað.
Samson doyr
23Nú savnaðust høvdingar Filista saman til at heiðra Dágon, gud sín, við miklum sláturofrum og halda sær at gaman, tí at teir søgdu: «Gud vár hevur givið Samson, fígginda okkara, upp í hendur okkara!» 24Meðan teir nú vóru væl hýrdir, søgdu teir: «Farið eftir Samsoni, at vit mega fáa stuttleika burtur úr honum.» Samson varð tá fluttur út úr myrkustovu, og teir høvdu hann fyri gjøldur; teir lótu hann standa millum súlurnar. 25Men tá ið fólkið sá hann, lovaðu teir gudi sínum og rópaðu: «Gud vár hevur givið fígginda okkara upp í hendur okkara, hann, sum oyddi land várt og drap so nógvar av okkum!» 26Tá mælti Samson við sveinin, ið leiddi hann: «Slepp mær og lat meg tríva um súlurnar, sum húsið hvílir á, og styðja meg aftur at teimum!» 27Men høllin var full av køllum og konum. Har vóru allir høvdingar Filista, og uppi á takinum vóru okkurt um trý túsund kallar og konur, sum hugdu at, hvussu teir høvdu Samson fyri gjøldur. 28Tá rópaði Samson á Harran og segði: «Harri, drottin, minst til mín og gev mær megi hesa einu ferð, so at eg á einum sinni fái hevnd yvir Filistar fyri eygu míni tvá!» 29Síðan treiv hann um báðar miðsúlurnar, sum húsið hvíldi á, og studdist við tær, við høgru hond um aðra og vinstru um hina. 30Tá mælti Samson: «Lat meg so doyggja saman við Filistum!» Síðan tók hann á av øllum alvi, so at húsið datt niður yvir høvdingarnar og alt fólkið, sum har var inni. Soleiðis vá hann í deyðastund síni fleiri, enn hann hevði vigið alla ævi sína. 31Tá fóru brøður hans og alt ættarfólk hans oman eftir honum og fluttu hann niðan og jarðaðu hann millum Zóreu og Esjtaol í grøvini hjá Mánóa, faðir hansara. Hann hevði tá verið dómari í Ísrael í tjúgu ár.
Currently Selected:
Dómarabókin 16: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society