Skip to content

Jesaja 6

6
Jesaja kallaður til profet
1Tað árið, tá ið Uzzia kongur doyði, sá eg Harran sitandi á høgum hásæti, hátt hevjaðan, og sleipið av skikkju hansara fylti halgidómin; 2kring hann stóðu seráfar, hvør teirra hevði seks veingir; við tveimum huldu teir andlitið, við tveimum huldu teir føturnar, og við tveimum hildu teir sær á flogi. 3Og teir kallaðu hvør til annan og søgdu: «Heilagur, heilagur, heilagur er Guð herliðanna, jørðin øll er full av dýrd hans!» 4Fyri rødd teirra skulvu durastavirnir, og húsið fyltist av royki.
5Tá segði eg: «Vei mær! Eg beri ikki boð í bý! Tí at eg eri maður við óreinum vørrum og búgvi mitt í fólki við óreinum vørrum; og nú havi eg við egnum eygum sæð kongin, Harra herliðanna.» 6Ein av seráfunum kom tá fljúgvandi til mín; í hondini hevði hann glóð, sum hann við klova hevði tikið av altarinum. 7Hana læt hann nerta við munn mín og mælti: «Sí, hon hevur nortið við varrar tínar; nú er misgerð tín burtur og synd tín fyrigivin.» 8Síðan hoyrdi eg rødd Harrans, ið segði: «Hvønn skal eg senda? Hvør vil vera ørindreki okkara?» Og eg svaraði: «Her eri eg – send meg!» 9Tá mælti hann: «Far og sig við hetta fólkið: Lurtið væl eftir, tit skulu tó einki fata, hyggið gjølla, tit skulu tó einki skilja. 10Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra deyv og eygu teirra blind, so at tey síggja ikki við eygunum og hoyra ikki við oyrunum og fata ikki við hjartanum so mikið, at tey kundu vent við og verið grødd.»
11Tá mælti eg: «Hvussu leingi, Harri?» Hann svaraði: «Hagar til borgirnar liggja oyddar og óbygdar, og húsini eru mannoydd og landið alt ein oyðimørk, 12og Harrin hevur rikið fólkið langt burtur, og oyðurnar eru vorðnar mangar í landinum, 13og er enn ein tíggjundi partur eftir, skal eisini verða beint fyri honum. Men eins og rótarstubbi verður eftir, tá ið eik og terebint verða feld, svá skal rótarstubbi teirra verða eftir, sum heilagt sáð.»