Skip to content

Jesaja 7

7
Jesaja og Ákaz; Immanuel-tekinið
1Tað barst á, meðan Ákaz Jótamsson Uzziasonar var kongur í Júda, at Rezin Sýriukongur og Peka Remaljason, Ísraels kongur, fóru herferð móti Jerúsalem, men vóru ikki førir fyri at vinna hana. 2Men tá ið tað frættist í Dávids húsi, at Sýriuland var gingið saman við Efraim, tá skalv hjarta hans og hjartað í fólki hansara, eins og skógartrøini skelva fyri vindinum. 3Tá segði Harrin við Jesaja: «Far við syni tínum Sjearjasjub út at møta Ákazi við endan á vatnstokkinum úr ovaru tjørn við vegin út á Tóvaravøllin 4og sig við hann: Ver varin og kvirrur, óttast ikki og lat ikki hugin bila tær fyri hesum báðum rúkandi eldsprekum, fyri brennandi vreiði Rezins, Sýrlendinga, og Remaljasonar. 5Vegna tess at Sýriuland og Efraim og Remaljasonur hava lagt ilskuráð upp móti tær og sagt: 6Vær skulum fara herferð móti Júda, loypa skelk á fólkið og leggja landið undir okkum og seta Tábealsson sum kong yvir tí – 7tessvegna sigur Harrin drottin: «Tað skal miseydnast og verða av ongum, 8tí at høvur Sýriulands er Dámaskus, og Rezin er høvur Dámaskusar – og áður enn seksti og fimm ár eru umliðin, er Efraim lagt í oyði og ikki tjóð meira. 9Og Sámária er høvur Efraims og Remaljasonur høvur Sámáriu. Um tit ikki eru trúgvandi, skulu tit ikki verða búgvandi.» » 10Og Harrin helt fram at tala við Ákaz og segði: 11«Krev tær tekin av Harranum, Guði tínum, krev tað annaðhvørt niðan úr helheimi ella oman av himni.» 12Men Ákaz svaraði: «Eg krevji einki, eg vil ikki freista Harran.» 13Tá segði Jesaja: «Hoyrið nú tit av Dávids húsi! Er tað tykkum ikki nóg mikið at møða menniskju, at tit eisini vilja møða Guð mín? 14Tí skal Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Sí, moyggin verður við barn og føðir son, og hon kallar hann Immanuel. 15Súr mjólk og villur hunangur skulu vera matur hansara um tað mundið, tá ið hann fer at skyna á at havna hinum illa og velja hitt góða. 16Tí at áður enn sveinurin dugir at havna hinum illa og velja hitt góða, skal land beggja konga teirra, sum nú ræða teg, verða lagt í oyði. 17Harrin skal lata koma yvir teg og fólk títt og hús faðirs tíns tílíkar dagar, sum eingin veit um at siga, síðan Efraim skiltist frá Júda: Assýriu kong –.
Profetorð um fall Júda ríkisins
18Á tí degi skal Harrin bríksla eftir flugunum, sum hølast í Níláarósanum í Egyptalandi, og eftir býflugunum í Assýriulandi. 19Og tær skulu allar koma og tyrpast í gjáum og bergskorum, á øllum tornarunnum og við hvørt vað. 20Á tí degi skal Harrin við knívi, sum er leigaður handan Ánna, Assýriu kongi, raka hárið bæði av høvdi og likami, ja, eisini skeggið skal hann skava av. 21Á tí degi skal maður hava sær eina kvígu og tvær ær. 22Og so nógv skulu tær mjólka, at hann hevur rómastamp til matna, tí at av rómastampi og hunangi skal hvør maður liva, sum eftir verður í landinum. 23Á tí degi skal hvør staður, sum áður hevði túsund víntrø í túsund sikla virði, verða avvaksin við tornir og tistlar. 24Menn skulu koma hagar við ørvum og boga, tí at alt landið skal ikki vera annað enn tornir og tistlar, 25og líðirnar, sum nú verða veltar við haka – hagar skal eingin kunna koma av ótta fyri tornum og tistlum; tær skulu verða almenningur hjá oksum og niðurtraðkaðar av seyði.»