Skip to content

Jesaja 5

5
Líknilsi um fruktleysan víngarð
1Eg vil kvøða kvæði um vin mín, ástarkvæði um víngarð hans: Mín ástvinur átti sær víngarð á gróðurmiklum skoralendi. 2Hann gróv hann um, ruddaði grótið burtur og setti niður aðalvínvið, bygdi torn í miðjum honum og høgdi sær eisini vínkullu. Síðan væntaði hann sær aðalvínber úr honum, men fekk bert villber. 3Og dømið nú, tit íbúgvar Jerúsalems og Júdamenn, millum meg og víngarð mín. 4Hvat var meira at gera við víngarð mín enn tað, sum eg hevði gjørt? Hví bar hann einans villber, tó at eg væntaði aðalvínber? 5Men eg skal siga tykkum, hvat ið eg ætli at gera við víngarð mín: Eg skal taka burtur tornastikið, so at hann verður uppetin, bróta niður garð hans, so at hann verður niðurtraðkaður. 6At oyði skal eg gera hann; hann skal hvørki verða snidraður ella grivin, men liggja yvirgrógvin av tornum og tistlum; og skýggjunum skal eg bjóða, at tey einki regn mega lata koma á hann. 7Tí at víngarður Harra herliðanna er Ísraels hús, og Júdamenn eru yndisvøkstur hans; hann væntaði rætt, men har var manndráp, hann væntaði rættvísi, men har vóru neyðarróp.
Veiróp um gudloysi teirra ríku
8Vei teimum, ið leggja undir seg eitt húsið fyri og annað eftir og leggja sær jørð aftur at jørð, hagar til einki landarúm er eftir, og tit búgva einsamallir í landinum. 9Tí hevur Harri herliðanna svorið: Tey mongu stóru og góðu hús skulu vissuliga verða at oyði, og eingin búgva í teimum; 10tí at tíggju tunnulendi av víngarðsjørð skulu bera ein bat, og ein homer av sáði skal bert bera eina efu. 11Vei teimum, ið snimma á morgni stunda eftir víni og sita uppi langt út á náttina, glóðreyðir av rúsløgi, 12sum halda drykkjuveitslu við sitrum og hørpum, við glymskálum og ljóðpípum og víni, men geva verkum Harrans ikki gætur og síggja ikki tað, sum hendur hansara gera. 13Tí skal fólk mítt í útlegd fara, áðrenn tað veit av; tess tignarmenn skulu avmergjast av hungri og múgvan ørmaktast av tosta. 14Tí skal helheimur lata upp gap sítt og tamba øgiliga á kjafti; oman hagar verða tignarmenn stoyttir, øll hin hámikla, veitsluglaða múgva. 15Maður skal verða boygdur og mansbarnið eyðmýkt, og tey hástóru eygu skulu niður lúta. 16Men Harri herliðanna man standa hátt hevjaður í dóminum, og hin heilagi Guð sýna heilagleika í rættvísi. 17Og har skulu lomb ganga á beiti, og geitir eta gras í oyddum toftum. 18Vei teimum, ið draga fram misgerðina við bondum tómleikans og syndagjaldið við vagnreipum, 19teimum, ið siga: «Skundi hann sær og hurti hann undir verk sítt, at vit mega fáa tað at síggja; latið ráðagerð hins heilaga í Ísrael koma fram, so at vit mega verða varir við hana!» 20Vei teimum, ið kalla hitt illa gott og hitt góða ilt, sum gera myrkur til ljós og ljós til myrkur, gera beiskt til søtt og søtt til beiskt. 21Vei teimum, sum í egnum eygum eru vísir og halda seg sjálvar vera tignar. 22Vei teimum, sum eru hetjur í víndrykkju og hinir mætastu til at blanda rúsløg, 23sum fyri mutur geva hinum gudleysa rætt og skerja rættin hjá hinum rættvísa. 24Tessvegna, eins og eldslogin oyðir strá, og hálmur brennur upp á báli, soleiðis skal rót teirra fúna, og blóma teirra fara sum bos fyri vindi, tí at lóg Harra herliðanna hava teir havnað og vanmett orð hins heilaga í Ísrael.
Profetorð um komu Assurs
25Tessvegna brann bræði hans móti fólkinum, og hann rætti út hond sína og sló tað; tá nøtraðu fjøllini, og lík teirra lógu sum sóp á miðjum gøtum; men hóast alt hetta sissaðist ikki vreiði hans; enn er hond hans útrætt. 26Fyri fjarlagdari tjóð hann reisir herstevnumerki og bríkslar hana higar frá ytsta marki jarðar; sí, har kemur hon bæði fljót og skjót: 27Eingin teirra er móður ella snávar á, eingin dúrar ella sovnar, beltið um lendar losnar ikki, og eingin tvongur slitnar. 28Hvassar eru ørvar og allir bogar spentir; sum tinnur eru hestanna hógvar og hjólini eins og hvirlur. 29Ýlan teirra er sum ýl frá ljóni, sum ungljón teir ýla og grenja, bólføra sína rændu bráð, og eingin fær bjargað henni.
Profetorð um at Assur skal týnast
30Á tí degi skulu teir koma grenjandi móti honum eins og havsins bylgjur; og tá ið hann lítur út yvir jørðina, sær hann steingjandi myrkur og dagin avkøvdan í bølaniðu.