Jesaja 56
56
Áminning um at halda lógina; fyrijáttan til fremmandar og geldingar í Ísrael
1So sigur Harrin: Varðveitið rættin og gerið tað, sum rætt er, tí at frelsa mín er í nánd, og brátt birtist rættlæti mítt. 2Sælur tann maður, ið ger soleiðis, tað mansbarn, ið heldur fast við hetta: varnast at vanhalga hvíludagin og varðar hond sína frá øllum illum. 3Ikki sigi hin fremmandi, sum bundið hevur trúskap við Harran: «Vissuliga man Harrin koyra meg burtur úr fólki sínum;» og heldur ikki sigi geldingurin: «Eg eri følnað træ.» 4Tí at so sigur Harrin: Geldingum, ið halda hvíludagar mínar og velja tað, sum er vilji mín, og halda fast við sáttmála mín, 5teimum vil eg geva í húsi mínum og á múrum mínum minnisvarða og navn, sum er betri enn synir og døtur, ja, ævigt navn, sum ikki kann verða útstrikað. 6Og fremmandar, ið bundið hava trúskap við Harran til tess at tæna honum og elska navn hans, til tess at verða tænarar hans, øll, ið varnast at vanhalga hvíludagin og halda fast við sáttmála mín, 7lati eg koma á mítt heilaga fjall og gleði tey í mínum bønhúsi; brennioffur og sláturoffur teirra skulu toknast mær á altari mínum; tí at hús mítt skal verða kallað bønhús fyri allar tjóðir. 8So sigur Harrin, drottin: Tá ið eg savni hini burturriknu av Ísrael, savni eg eisini onnur umframt tey.
Dómur yvir stjórnaróskil
9Øll tit villdjór, komið higar og etið, øll tit djór á skógum. 10Blindir eru allir varðmenn mínir, fata einki; allir eru teir dumbir hundar, ið ikki duga at goyggja; teir liggja og droyma og elska at durva. 11Teir eru gloypnir hundar, duga ikki magamál. Og tílíkir vilja vera hirðar! Teir duga ongum á at skyna! Allir ganga teir sínar leiðir, hvør søkir sítt egna: 12«Komið, eg skal fara eftir víni, nú skulu vit hava vínløg at drekka, sum í dag skal tað verða í morgin, ovurmikil gleimur!»
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society