Skip to content

Jesaja 57

57
Deyði hinna rættvísu
1Hini rættlátu fórust, og eingin gav tí gætur; gudrøknir menn vórðu fyribeindir, og eingin hugsaði um tað. 2Hini rættlátu, sum bundið høvdu frið, vórðu fyribeind av vándskunnar ávum, tey sum rætta leið høvdu gingið, hvíla nú í leggstøðum sínum.
Dómur yvir hjágudadýrkarar
3Men komið tit higar, tit flagdkonuungar, tit avkom undan horkøllum og skøkjum! 4Hvønn halda tit fyri gjøldur, eftir hvørjum gálva tit og rætta tit tunguna út? Eru tit ikki børn syndarinnar og avkom lygnarinnar? 5tit, sum brunnu í girndarhuga undir eikitrøum, undir hvørjum grønum træi, tit, sum slátraðu børn niðri í dølum og djúpt niðri í gjáum! 6Dalanna brýndu steinar eru faðirleivd og lutur tín; eisini teimum úthelti tú drykkjuoffur og brendi grónoffur – eigi eg at torga slíkt? 7Á hvørjum háreistum fjalli reiddi tú legu tína, eisini har uppi frambart tú sláturoffur. 8Aftan fyri hurð og durastav setti tú títt minningartekin, tí at tú havnaði mær, nektaði teg og steigst upp í rekkju tína, sum tú hevði gjørt breiða, tú keypti av teimum samlegualskhug og sást teirra nakni. 9Fyri Moloki salvaði tú teg við olju og nógvum smyrsli, og tú sendi ørindrekar langar leiðir, ja, alt oman í helheim fórt tú. 10Tú vart móð av tíni longu leið, men gavst ikki kortini; støðugt fekst tú nýggja megi og legðist ikki fyri. 11Hvønn mundi tú ræðast og óttast, at tú soleiðis hevur slitið trúnað? Mín mintist tú ikki og gavst mær ongar gætur; men eg eri jú dumbur og blindur, hví skuldi tú óttast meg? 12Men nú skal eg kunngera tær, hvussu tað er vorðið við rættlæti og verkum tínum; tey skulu tær einki bata, 13og gudar tínir ikki frelsa teg, tá ið tú rópar um hjálp. Stormurin sópar teir allar burtur, hvirlur fara við teimum. Men tey, sum leita sær skjól hjá mær, skulu arva landið og fáa mítt heilaga fjall til ognar.
Hinir eyðmjúku verða frelstir
14Og tað skal ljóða: «Byggið upp, byggið upp gøtu, javnið vegin, ryðið bágsteinar av vegnum fyri fólki mínum.» 15Tí at so sigur hin hátt hevjaði, sum valdið hevur um ævir og eitur hin heilagi: Eg búgvi á høgum, heilagum staði, hjá hinum sundurbrotna, hvørs hugur er niðurnívdur, til tess at lívga hug hinna niðurnívdu og hjarta hinna sundurbrotnu. 16Tí at eg seti ikki ævinliga at og reiðist ikki um allar ævir, annars mundi andin ørmaktast fyri mær, tær sálir, sum eg sjálvur havi skapað. 17Vegna misgerð hansara reiddist eg um bil og sló hann og fjaldi í vreiði mítt andlit; hann gekk í fráfalli sínar egnu leiðir. 18Eg sá vegir hans; men nú vil eg grøða og leiða hann og endurgjalda honum við miskunn; 19hjá øllum, ið syrgja, skapi eg varranna ávøkst; frið, ja, miklan frið eg veiti bæði teimum í nánd og teimum í fjarlegd, sigur Harrin; nú vil eg grøða hann. 20Men hini gudleysu eru eins og havið í ódn, sum aldri verður kvirt, og hvørs aldur skola upp eyr og runu. 21Hini gudleysu hava ongan frið, sigur Guð mín.