Jesaja 55
55
Náðisáttmáli Harrans við Ísrael
1Hoyrið! Komið higar øll, ið tysta, og fáið vatn, komið hvør, sum einki silvur eigur, keypið korn og etið fyri einki, keypið vín og mjólk fyri einki. 2Hví rinda tit silvur fyri tað, sum ikki er breyð, og møða tykkum fyri tað, sum ikki kann metta? Lýðið á meg, tá skulu tit fáa gott at eta, og sálir tykkara njóta alskyns góðgæti. 3Leggið oyru tykkara við, komið til mín og hoyrið, tá skulu sálir tykkara liva, og eg skal gera við tykkum ævigan sáttmála, Dávids náðarsáttmála, sum ikki skal svitast. 4Sí, eg havi gjørt hann til vitni fyri tjóðirnar, til høvdinga og stýrara fólkanna: 5Tú skalt kalla á fólk, tú ikki kennir; tjóðir, ið ikki vita um teg, skulu skunda sær til tín fyri sakir Harrans, Guðs tíns, vegna hin heilaga í Ísrael, av tí at hann hevur dýrmett teg.
Áminning um viðvending
6Leitið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund, hann er nær. 7Hin gudleysi vendi um frá vegi sínum, og órættarmaður frá svikaráðum sínum og vendi sær til Harrans, tá skal hann miskunna honum, til Guðs várs, tí at hann fyrigevur ríkliga. 8Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin; 9nei, sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara.
Harrin heldur heiti sítt
10Tí at eins og regn og kavi falla av himni og ikki fara aftur hagar, fyrr enn jørðin er vætað og vorðin gróðursom og hevur latið tað spretta og givið sáð til at sáa og breyð til at eta, 11soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til. 12Ja, við gleði skulu tit fara avstað og í friði verða fylgd á veg; undan tykkum skera fjøll og heyggjar í fagnaðarróp, øll markarinnar trø klappa lov í lógva; 13har sum áður vóru tistlar, vaksa sypristrø, og myrtur vaksa har, sum áður var lyngur; tað skal vera Harranum til heiðurs og tekins, ið aldrin skal verða útstrikað.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society