Jesaja 54
54
Harrin tekur aftur til sín hini burtursøgdu
1Ver glað, ófrukt, sum ikki hevur átt barn, sker í róp og kalla hátt, tú, sum ikki hevur barnverkir! Tí at børn hennara, sum er einslig, eru nógv fleiri enn hennara, sum hevur mannin. 2Ger rúmsátt í tjaldi tínum, tamba á tjalddúkar bústaðar tíns og spar ikki, ger tjaldreipini long, rek tjaldhælir tínar fastar, 3tí at tú manst fjølga teg bæði til høgru og vinstru, ætt tín skal ogna sær tjóðir og byggja upp aftur oyddar borgir. 4Óttast ikki, tí at ikki skalt tú verða til skammar; lat ikki háð bíta á tær, tí at skemd skal ikki meira verða tær fyri. Tí at tú skalt gloyma lítilsvirði ungdóms tíns og ikki minnast vanvirðing einkjudóms tíns. 5Tí at hann, sum skapaði teg, er maður tín; navn hans er Harri herliðanna; loysnari tín er Ísraels heilagi, hann, sum nevnist Guð alrar jarðar. 6Svikin og hugstoytt satst tú – men Harrin kallar teg sína. «Man maður havna sínum ungdóms drósi?» ljóðar tað frá Guði tínum. 7Skamma stund eg segði teg burtur, men í miklari miskunn eg taki teg aftur at mær. 8Í ovurvreiði eg fjaldi um bil mítt andlit fyri tær, men miskunni tær aftur við ævigum kærleika, sigur tín loysnari, Harrin. 9Hetta er mær sum á Nóa døgum: Eins og eg svór, at Nóaflóðin skuldi ikki aftur jørðina hylja, soleiðis svørji eg nú, at ikki meira skal eg reiðast og ilskast inn á teg. 10Tí at um so fjøllini vikast, og heyggjarnir ridla, skal tó kærleiki mín ikki frá tær víkja og friðarsáttmáli mín ikki gretta, sigur Harrin, miskunnari tín. 11Tú eyma, stormbarda, ugganarleysa! Sí, eg byggi teg upp við smáragdum og laði grundvøll tín av saffirsteinum, 12geri múrtindar tínar av rubinum og lið tíni av karfunkulsteinum og allan tín borgargarð av dýrum steinum. 13Tá verða øll børn tíni lærusveinar Harrans og skulu njóta miklan frið. 14Í rættlæti skalt tú verða grundfest. Hugsa teg fjart frá valdsgerð, tí at tú hevur einki at óttast, frá ræðslum, tí at tær skulu ikki koma tær í nánd. 15Um nakar ger seg inn á teg, er tað ikki av mínum ávum, falla fyri tær skal hvør, sum ger seg inn á teg. 16Tað eri jú eg, sum skapi smiðin, ið blæsur gløðurnar upp at loga og framleiðir vápn til nýtslu; men eisini oyðaran skapi eg til at oyða. 17Einki svørð, ið smíðað verður ímóti tær, skal fáa sigur; hvørja tungu, ið talar ímóti tær, skalt tú sakfella. Hetta er lutur tænara Harrans, tað rættlæti, sum teir fáa hjá mær, sigur Harrin.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society