Jesaja 4
4
Reinsan og dýrd Zions
2Á tí degi skal gróðurkvistur Harrans verða til prýðis og dýrdar og ávøkstur landsins hábærsligur og dýrmætur fyri tey, sum komast undan í Ísrael. 3Tá skulu leivdir Zions og tey, sum eftir eru í Jerúsalem, verða kallað heilag, øll tey, sum innskrivað eru til lívs í Jerúsalem, 4um Harrin fær tváað óreinskuna av døtrum Zions og skolað burtur blóðsektina av Jerúsalem við revsidóms og reinsanar anda. 5Tá skal Harrin skapa yvir hvørjum staði á Zions fjalli og yvir øllum fundarfólki har skýggj um dagin og royk og glampandi eldsloga um náttina, tí at yvir øllum, ið dýrd hevur, má skýli vera, 6og leyvskáli skal vera til at skugga um dagin móti hita og líva og skýla móti glopraregni og skúrum.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society