Jesaja 36
36
Álop Sankeribs á Júda. Rabsjake (smbr. 2 Kong 18,13.17-36)
1Á fjúrtanda ríkisári Hizkia kongs hendi tað, at Sankerib Assýriu kongur fór í herferð móti øllum víggirdum borgum í Júda og vann tær. 2Tá sendi Assýriu kongur Rabsjake við miklum herliði frá Lákisj til Jerúsalem á fund við Hizkia kong; hann steðgaði á við vatnstokkin úr ovaru tjørn við vegin út á Tóvaravøllin. 3Tá gingu teir út til hansara Eljakim Hilkiason hallarstjóri, Sjebna ritari og Jóa Ásafsson frásagnarmeistari. 4Og Rabsjake mælti til teirra: «So sigur hin mikli kongur, Assýriu kongur: Hvat er hetta treystið, ið tú lítur á? 5Tú manst halda, at ber orð guldu tað sama sum hyggjuráð og styrki í bardaga! Hvør er tað, sum tú troystar á, at tú hevur gjørt uppreist móti mær? 6Jú, tú troystar á Egyptaland, henda brákaða sevlegg, ið rennir seg inn í hondina á øllum, ið taka hann og styðja seg á hann. Slíkur er Fárao, Egyptalandskongur, teimum, ið á hann troysta. 7Og um tú sigur við meg: Á Harran, Guð váran, troysta vit! er tað tá ikki hann, hvørs offurheyggjar og altar Hizkia hevur avoytt, tá ið hann segði við Júda og Jerúsalem: Her í Jerúsalem, frammi fyri hesum altari skulu tit tilbiðja? 8Men kom nú og vedda við harra mín, Assýriu kongin: Eg skal fáa tær tvey túsund ross, um tú hevur nóg mikið av reiðmonnum til teirra. 9Hvussu manst tú tá fáa staðist móti hinum minsta av jøllum harra míns? Og tó troystar tú á vagnar og ross Egyptalands! 10Men mundi ikki Harrin sjálvur stuðlað mær til at herja á hetta land? Jú, víst segði drottin við meg: Far tú inn í hetta land og oyð tað!» 11Tá mæltu Eljakim, Sjebna og Jóa við Rabsjake: «Tala tú við trælir tínar á árameiskum, tí at vit skilja tað; men tala ikki við okkum á Júda tungu, so fólkið, ið gongur uppi á borgargarðinum, hoyrir.» 12Men Rabsjake svaraði teimum: «Hevur harri mín sent meg til tín og til harra tíns við hesum orðum? Man tað ikki heldur vera til teir menn, sum eru hjá tykkum uppi á borgargarðinum, og sum verða noyddir at eta sítt egna drit og drekka sítt egna land?» 13Síðan gekk Rabsjake fram og rópaði hart á júdeiskum máli og mælti: «Hoyrið tað, ið hin mikli kongur, Assýriu kongur, talar! 14So sigur kongurin: Latið ikki Hizkia tøla tykkum, tí at hann er ikki mentur at frelsa tykkum. 15Og latið ikki Hizkia fáa tykkum til at troysta á Harran við at siga: Harrin man vissuliga frelsa okkum, á ongum sinni verður henda borg givin upp í hendur Assýriu kongs. 16Lurtið ikki eftir Hizkia, tí at so sigur Assýriu kongur: Gerið friðarsáttmála við meg og gevið tykkum undir meg, tá skal hvør tykkara sleppa at eta av sínum víntræi og sínum fikutræi og drekka vatn úr sínum brunni, 17til eg komi og flyti tykkum burtur í annað land, ið líkist tykkara, í land við korni og aldinløgi, í land við breyði og víngørðum. 18Latið ikki Hizkia tøla tykkum, tá ið hann sigur: Harrin man frelsa okkum. Hevur nakar gudur hjá nakrari tjóð verið førur fyri at frelsa land sítt undan hendi Assýriu kongs? 19Hvar eru gudar Hámatsborgar og Arpadsborgar? Hvar eru gudar Sefarváims? Hava teir frelst Sámáriu undan mínum hondum? 20Hvør av gudunum í øllum hesum londum hevur nakrantíð frelst land sítt undan mínum valdi? Man tá Harrin vera førur fyri at frelsa Jerúsalem undan mínum hondum?» 21Men fólkið tagdi og ønti honum ikki aftur; tí at kongur hevði boðið teimum ikki at svara honum.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society