Skip to content

Jesaja 35

35
Messiasríkið og dýrdleiki tess
1Oyðimørkin og hitt turra landið skulu gleðast, reynið skal fegnast og blóma eins og lilja, 2ja, blóma fagurliga og fegnast við fagnaðarrómi. Libanons dýrd skal tað fáa og fagurleika Karmels og Sárons. Tey skulu fáa dýrd Harrans at sjá og fagurleika Guðs várs. 3Styrkið hinar máttleysu hendur og magnið tey knø, sum riða. 4Sigið við hini dirvislítlu: Verið hugreyst, óttist ikki! Síggið Guð tykkara! Nú kemur hevndin, endurgjald frá Guði: Hann kemur sjálvur at frelsa tykkum! 5Tá skulu eygu hinna blindu latast upp og oyru hinna deyvu opnast, 6haltir lætta sær á sum hjørtur, og málleys tunga lovsyngur. Tí at í oyðimørkini vatnslindir spretta og løkir í reynum. 7Sólbrendir oyðisandar skulu verða at vatnræsum og tystandi land at kelduvaði; í sjákálahølinum skal fenaður savnast, og har sum strutsarnir hølaðust áður, skulu sevvøkstir spretta. 8Har skal verða lagdur vegur; hann skal verða kallaður vegurin halgi; hann má eingin óreinur ganga; hann skal vera fyri fólk hans; fákunnir skulu ikki villast á honum. 9Har skal einki ljón vera og einki ránsdjór fara um; tey síggjast ikki har; á honum skulu hini endurloystu ganga; 10hini útloystu Harrans venda heim aftur; við fagnaði koma tey til Zion, krýnd við ævigari gleði; fagnaður og gleði teimum fylgja; burtur flýggja sorg og sút.