Jesaja 37
37
Jesaja uggar kong
36,22 Tá komu teir Eljakim Hilkiason hallarstjóri og Sjebna ritari og Jóa Ásafsson frásagnarmeistari aftur til Hizkia í skræddum klæðum og søgdu honum frá tí, sum Rabsjake hevði mælt. 1Tá ið Hizkia hoyrdi hetta, skræddi hann klæði síni, huldi seg sekki og gekk inn í hús Harrans. 2Og hann sendi teir Eljakim hallarstjóra og Sjebna ritara og teir elstu av prestunum klæddar í sekki til Jesaja profets Ámozsonar 3til tess at siga við hann: «So sigur Hizkia: Hetta er dagur við neyðum, revsing og háðing, tí at barnið er komið í burðarliðin, men eingin kraft er til at føða. 4Kundi borið á, at Harrin Guð tín hoyrir tað, sum Rabsjake sigur, ið sendur er av Assýriu kongi, harra sínum, til at spotta hin livandi Guð, og kundi borið á, at hann revsar hann fyri tey orð, ið Harrin Guð tín hevur hoyrt. Gakk tí í forbøn fyri ta leivd, sum enn er eftir.» 5Men tá ið tænarar Hizkia kongs komu til Jesaja, 6segði hann við teir: «Sigið við harra tykkara: So sigur Harrin: Óttist ikki tey háðarorð, ið sveinar Assýriu kongs háða meg við, 7tí at eg gevi honum slíkan anda, at hann spyr tíðindi, vendir um og fer heim aftur í land sítt; har skal eg lata hann falla fyri svørði í sínum egna landi.
Kringseting Libna
8Síðan snúðist Rabsjake aftur og hitti Assýriu kong, ið tá tókst við at kringseta Libna; tí at hann hevði frætt, at hann var farin úr Lákisj.
Tirhaka, bræv Sankeribs til Hizkia
9Har fekk hann fregn um, at Tirhaka kongur á Blálandi var farin avstað til at herja á hann; tá sendi hann aftur ørindrekar til Hizkia og segði við teir: 10«So skulu tit siga við Hizkia Júda kong: Lat ikki Guð tín, sum tú troystar á, tøla teg at trúgva: Jerúsalem verður ikki givin upp í hendur Assýriu kongs. 11Tú hevur jú hoyrt, hvussu Assýriu kongar hava farið við øllum londum, hvussu teir hava avoytt tey. Og skuldi tú tá sloppið undan? 12Vóru tær tjóðir, ið forfedrar mínir týndu, Gózan, Káran, Rezef og Edensmenn í Telassar, bjargaðar av gudum sínum? 13Hvar er nú kongurin í Hámat og kongurin í Arpad ella kongurin í Sefarváimborg, Hena og Ivva?»
Bøn Hizkia
14Tá ið Hizkia hevði tikið við brævinum av ørindrekunum og lisið tað, gekk hann niðan í hús Harrans og legði tað opið fyri ásjón Harrans. 15Tá bað Hizkia til Harrans og mælti: 16«Harri herliðanna, Ísraels Guð, ið situr uppi yvir kerúbum, tú eina ert Guð yvir øllum kongaríkjum á fold, tú hevur skapað himin og jørð. 17Legg nú, Harri, oyra títt við og lýð á; lat upp, Harri, eygu tíni og lít at! Hoyr orð Sankeribs, ið hann hevur sent higar til tess at háða hin livandi Guð. 18Satt er tað, at Assýriu kongar hava avoytt allar tjóðir og land teirra 19og varpað gudum teirra í eldin, men teir eru jú ikki gudar, teir eru verk av mannahondum, stokkar og steinar; tí fingu teir týnt teimum. 20Men frels okkum nú, Harri, Guð vár, av hendi hans, til tess at øll kongaríki á fold mega sanna, at tú, Harri, einsamallur ert Guð.»
Ljóð Jesaja um eyðmýkt Sankeribs
21Tá sendi Jesaja Ámozson hesi boð til Hizkia og læt siga honum: «So sigur Harrin, Ísraels Guð: Tú hevur biðið meg um hjálp móti Sankerib Assýriu kongi, og eg havi bønhoyrt teg.» 22Hetta er tað orðið, sum Harrin hevur talað um hann: Moyggin, Zions dóttir, háðar og spottar teg, dóttir Jorsalaborgar ristir høvur eftir tær. 23Hvønn hevur tú háðað og spottað? Móti hvørjum hevur tú mælt og hámikil hevjað tíni eygu? Móti hinum heilaga í Ísrael. 24Við tænarum tínum hevur tú háðað Harran og sagt: «Við míni fjøld av hervagnum fór eg niðan á hæddir fjallanna, dygst niðan á Libanons fjall; tess hávaksnu sedristrø høgdi eg niður og tess frálíka syprisvið. Eg breytst niðan á ovastu hæddir tess, har ið aldinskógurin var tættastur. 25Eg gróv mær brunn á fremmandum staði og drakk; turrskøddur fór eg um allar áir Egyptalands.» 26Hevur tú ikki frætt tað? Longu í forðum fekk eg tað í lag, í fyrndartíð skipaði eg tað. Og nú lati eg tað koma fram, svá at tú mátti sorla víggirdar borgir og gera tær at oydnum grótrúgvum. 27Men íbúgvar teirra sótu máttleysir, ræddir og skemdir, vórðu eins og grasið á bønum og grønkandi nálir, eins og gras á tekju og akur í eystanvindi. 28Eg síggi teg, tá ið tú stendur og situr, tá ið tú fert og kemur; stórlæti títt er mær kunnugt; 29men vegna stórlæti títt og dramb, ið mær er komið fyri oyra, vil eg krøkja ring mín í nasar tínar og leggja boygsl mítt í munn tín og føra teg eftir sama vegi, sum tú komst.
Tekin
30Og hetta skal vera tær tekinið: Í ár skulu tit eta sjálvsáað korn, næsta ár sjálvvaksið korn, men triðja árið skulu tit sáa og heysta. 31Og tað, ið undan hevur komist av Júdaætt, skal festa røtur í neðra og bera ávøkst í erva. 32Tí at úr Jerúsalem skulu leivdir ganga út og teir, ið undan komast frá Zions fjalli; vandlæti Harrans man útinna hetta.
Spádómur
33Tí sigur Harrin so um Assýriu kong: «Ikki skal hann koma inn í hesa borg, onga ørv skjóta inn í hana, ongan herskjøldur bera móti henni og ongan virkisgarð laða upp móti henni. 34Hann skal fara avstað aftur sama dag, sum hann kom; inn í hesa borg skal hann ikki koma,» sigur Harrin. 35«Eg vil verja hesa borg og frelsa hana vegna mín og vegna Dávids, tænara míns.»
Oyðan av heri Assurs (smbr. 2 Kong 19)
36Tá fór eingil Harrans út og jarðlegði eitt hundrað og áttati og fimm túsund mans í herbúðum Assýriu kongs; og sí, morgunin eftir, tá ið teir komu upp, sóu teir øll líkini liggja har. 37Tá fór Sankerib avstað, helt ferð síni heim aftur og sat síðan kvirrur í Nineve. 38Men eitt sinn, meðan hann hevði bønarhald í hovi Nisroks, guds síns, komu teir Ádrammelek og Sárezer, synir hans, og vógu hann við svørði; síðan flýddu teir til Áraratslands. Og Ásarhaddon sonur hans tók ríki eftir hann.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society