Jesaja 34
34
Dómur yvir heidningatjóðirnar – serliga yvir Edóm
1Komið higar, tjóðir; gevið gætur, tit tjóðflokkar; jørðin lýði á og alt, sum á henni er, jarðarríkið og allir vøkstir tess! 2Tí at øllum heidningum er Harrin reiður og grammur øllum heri teirra; hann hevur vígt teir deyðanum og givið teir upp til sláturs. 3Hinir vignu teirra liggja og rekast, dampurin stendur av líkum teirra, og fjøllini flóta í blóði teirra. 4Allur himinsins herur ferst; eins og bók verður himinin rullaður saman; allur herur hansara følnar, eins og leyvið fellur av vínviði og følnað bløð av fikutræi. 5Tí at svørð mítt leikar ørt á himni. Sí, í Edóm slær tað niður til dóms yvir tjóð, sum eg havi deyðanum vígt. 6Alblóðugt er svørð Harrans, rýtt í mørum og blóði av lombum og havrum, í nýrumørum av veðrum, tí at Harrin heldur offurveitslu í Bozra og mikla slátran í Edóms landi. 7Villineyt hokna við gøðingarfenaði, ungneyt saman við tarvum; land teirra flýtur í blóði, og fiti av jørðini drýpur. 8Tí at nú er hevndardagur Harrans, endurgjaldsins ár til at fremja rættin hjá Zion. 9At biki skulu áir tess broytast og moldin at brennisteini; ja, landið skal verða at biki, ið brennur nátt sum dag, 10allar ævir skal roykur tess stíga upp, og í oyði skal tað liggja ætt eftir ætt, og eingin fara har um. 11Pelikánur og hegri skulu taka tað til ognar og ugla og ravnur búgva í tí; hann man fara um tað, við mátingarbandi oyðingar og tómleikans vigingarloddi. 12Har skulu skógarskrímslini hølast og tignarmenninir verða fyri ongum; eingir kongar verða kjósaðir har meira, og høvdingar tess koma burtur í einki. 13Í høllunum munnu tornir vaksa og notur og tistlar í vígvirkjunum; tað verður sjákálahøli og strutsfuglagerði. 14Har hittast urðarkettur og sjákálar, og skógarskrímslini halda har stevnu; ja, náttargrýlan skal støðast har og har hava hvíldarstað. 15Har skal støkkormurin byggja reiður, verpa, liggja á og klekja út ungar; gammar savnast har, og eingin teirra saknast. 16Leitið í bók Harrans og lesið: Einki av hesum skal vanta í og einki verða saknað, tí at muður Harrans hevur boðið, og andi hans hevur savnað tey saman. 17Hann hevur sjálvur kastað lut um tað fyri tey og við mátingarbandi skift tað sundur teirra millum; allar ævir skulu tey eiga tað og búgva í tí ættarlið eftir ættarlið.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society