Jesaja 33
33
Fall kúgarans og endurreising Jerúsalems
1Vei tær oyðari, sum sjálvur hevur ikki verið fyri oyðing, sum rænir og sjálvur hevur ikki verið rændur; tá ið tú hevur lokið oyðingini, verður tú sjálvur fyri oyðing; tá ið tú hevur lætt av at ræna, verður tú sjálvur rændur. 2Harri, ver okkum miskunnsamur, vit vóna á teg. Ver tú armur vár á hvørjum morgni og hjálp okkara á neyðarstund. 3Fyri torurøddini flýggja tjóðirnar, heidningarnir sundrast, tá ið tú rísur. 4Eins og ongsprettur flykkjast, verður herfongur savnaður, teir leggjast á hann, sum tá ið ongsprettur fylkjast. 5Ja, høgur er Harrin, á himni hann býr; hann fyllir Zion við rætti og rættferð. 6Tryggar tíðir skalt tú ljóta; ein eyður til sælu er vísdómur og vitska; ótti Harrans skal vera fólksins ogn.
Fíggindin herjar í landinum
7Sí, kapparnir rópa harúti, friðarins ørindrekar sáran gráta; 8vegirnir liggja oyddir, øll ferðsla er steðgað. Hann sleit sáttmálan, einkisvirdi borgir og hevði onga virðing fyri monnum. 9Landið følnar og fúnar, Libanon hámast og følnar. Sáron er vorðin at reyni, Básjan og Karmel missa leyvið.
Harrin reisist
10Nú vil eg rísa, sigur Harrin, nú hevji eg meg og sýni meg høgan. 11Tit eru við strá, og føða skulu tit hálm; andi tykkara er eldur, sum skal oyða tykkum sjálvar. 12Tjóðirnar skulu verða brendar at kálki, kolaðar upp í eldi sum avhøgdir tornir. 13Í fjarlegd skal spyrjast tað, sum eg geri, og teir, ið nærindis búgva, skulu sanna mátt mín.
Frelsa teirra gudrøknu
14Á Zion skulu syndarar skelva og ræðsla koma á níðingar: «Hvør kann búgva við oyðandi eld og dvølja hjá tílíkum ævigum báli?» 15Tann, sum fer rættiliga, talar reinmeint og havnar falsfingnum vinningi, tann, sum ber seg undan at taka við mutri, byrgir oyruni fyri morðráðum og lokar eyguni fyri tí illa, 16uppi á hæddum skal tílíkur búgva, fjallavirki skulu líva honum, breyð skal hann ljóta og vatn honum ikki tvørra.
Frelsa Jerúsalems
17Kongin í fagurleika sínum skulu eygu tíni skoða og líta út yvir rúmsátt land. 18Tú skalt minnast aftur á ræðsluna og hugsa: «Hvar er nú hann, ið taldi og vá? Hvar er nú hann, ið taldi tornini?» 19Hitt mikla fólkið sært tú ikki meira, fólkið við djúpum óskiljandi máli, við tungu, ið mælir høpisleys orð. 20Lít at Zion, samfundarstaði várum; lat eygu tíni horva at Jerúsalem, hinum trygga bústaði, tjaldinum, sum ikki er flutt; hælir tess eru ongantíð upptiknir, og tjaldbondini verða ikki slitin. 21Nei, har verður okkum til varnar hin máttugi Guð eins og breiðir fløðandi streymar, sum hvørki róðrarbátar ella tignarlig langskip kunnu koma yvirum. 22Tí at Harrin er dómari vár, Harrin er fyriskipari vár og kongur vár, sum veitir okkum frelsu. 23Lin hanga skipstog tíni, halda ikki siglutrænum uppi, tenja ikki seglið út; tá verður mikil herfongur skiftur, eisini haltir eru við til at ræna. 24Og eingin borgarbúgvi skal siga: «Eg eri ov sjúkur,» tí at fólkið har hevur fingið misgerðir sínar fyrigivnar.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society