Skip to content

Jesaja 32

32
Messiastíðin
1Tá ið kongurin valdar við rættlæti, og høvdingarnir stjórna við rætti, 2tá verður hvør teirra sum lívd móti stormi og skjól móti regni, sum vatnsløkir í oyðimørk og skuggi av høgum hamri í vatnleysum landi. 3Tá skulu eygu hinna síggjandi ikki lokast aftur, og oyru hinna hoyrandi skulu lurta. 4Hjarta teirra gáloysnu skal nema vitsku og stamandi tunga tala orðaraðið og týðuliga. 5Tá skal dárin ikki verða kallaður menskur maður, og skálkurin ikki verða taldur hugprúður. 6Tí at einans dárskap talar dárin, og hjarta hansara upphugsar órætt til tess at fremja gudloysi og við orðum sínum villa fólk burtur frá Harranum; hann letur hin svanga doyggja í hungri og sýtir hinum tysta vatn. 7Skálkurin nýtir illgerðarvápn og er vándur í ráðum til tess at bana neyðarmanni við lygitalu, og tað hóast fátækur prógvar sín rætt. 8Men menskur maður er menskur í ráðum og stendur fast við tað, sum mansligt er.
Revsing fyri siðloysi og játtan um endurreising
9Upp, tit ekkaleysu konur, hoyrið talu mína, tit sorgleysu døtur, gevið orðum mínum ljóð! 10Eftir ár og dagar skulu tit, hinar ekkaleysu, nøtra, tí at vínberjainnheystingin svitast, og aldinskurður verður eingin. 11Ja, nøtrið, tit ekkaleysu, skelvið, tit sorgleysu, latið tykkum naknar og bindið spjarrar um lendar. 12Sláið tykkum fyri bringu og syrgið hin yndisliga bø og gróðursama vínvið, 13yvir fedranna jørð, avtakin við tornum og tistlum, ja, yvir øll gleðinnar hús í hini gleimmiklu borg. 14Tí at hallirnar smildrast, og hávin í borgini tagnar, Ófel og varðtornið verða helli, um aldur og ævir villasnum til fragdar og fylgjum til beitis – 15til útheltur verður yvir okkum andi frá tí høga. Tá verður oyðimørk at aldingarði og aldingarður í metum eins og summarskógur; 16í oyðimørkini skal rættvísi búgva og rættlæti dvølja í aldingarðinum; 17friður verður rættvísinnar verk og rættlætisins ávøkstur ró og trygd um ævir. 18Tá býr fólk mítt á friðarins fløtum í sorgleysum heimum og tryggum bústøðum. 19– Skógurin má lúta, og borgin verður slættað við jørðina –. 20Sæl eru tit, ið allar staðir sáa við vøtn og lata oksar og asnar ganga leysar og reika um.