Jesaja 29
29
Komandi treyt og frelsa Jerúsalems
1Vei tær, Áriel, Áriel, borgin, har Dávid setti herbúðir sínar, leggið tit bert ár at ári og latið hátíðirnar fara sín kring. 2Eg skal treingja at Áriel, og tá skal vera sorg og sút; tá skalt tú av sonnum vera mær sum Áriel. 3Herbúðir eg seti móti tær eins og Dávid, lati varðmenn umringa teg og reisi hervirki móti tær. 4Tá talar tú lágmælt upp úr jørðini, úr dustinum ljóða tíni orð; rødd tín skal vera sum dreygsrødd úr jørðini, tala tín sum tutl upp úr dustinum. 5Fíggindar tínir skulu verða sum moldrok og mongdin av yvirgangskroppum sum fúkandi dumba. 6Og tá skalt tú brádliga alt í einum verða heimsøkt av Harra herliðanna við toruslátti og dynjandi jarðskjálvta, við harðveðurs ódnum og oyðandi eldsloga. 7Men eins og við dreymi og náttarsjón skal tað verða við flokki alra tjóða teirra, sum herja á Áriel, og alra teirra, sum reisa hervirki móti henni og treingja hana. 8Eins og tá ið svangur droymir, at hann etur, men vaknar gorhungraður, og eins og tá ið tystur droymir, at hann drekkur, men vaknar maktaður og ørtystur, so skal verða við flokki alra tjóða teirra, sum herja á Zions fjall.
Forherðing fólksins
9Standið bilsnir og bínið, starið tykkum blindar! Verðið fullir, tó ikki av víni, sløðrið, tó ikki av rúsløgi! 10Tí at svøvnanda hevur Harrin úthelt yvir tykkum og blindað tykkara eygu, tit profetar, og hult tykkara høvur, tit síggjarar. 11Tí er hvør sjón vorðin tykkum eins og orðini í innsiglaðari bók. Verður hon fingin einumhvørjum, ið dugir at lesa, og sagt verður við hann: «Les hetta!» Tá sigur hann: «Eg kann ikki, tí at hon er innsiglað.» 12Og verður hon fingin einumhvørjum, ið dugir ikki at lesa, og sagt verður við hann: «Les hetta!» Tá sigur hann: «Eg dugi ikki at lesa.»
Følsk gudsdýrkan
13Og Harrin segði: Av tí at hetta fólk nærkast mær einans við munninum og ærir meg við vørrunum, men letur hjartað vera langt burtur frá mær, av tí at gudsótti teirra einki er uttan boð, ið tey hava lært av monnum, 14sí, tessvegna fari eg framvegis at á undursaman og óvanligan hátt móti hesum fólki; vísdómur vísmanna tess skal verða fyri ongum og speki spekinganna svitast.
Umvending og frelsa fólksins
15Vei teimum, ið hulisliga dylja ráðagerðir sínar fyri Harranum, ið fremja verk síni í myrkri og siga: «Hvør sær okkum? Hvør veit av okkum?» 16Slík fákunna! Má leirið metast javnt við meistaran, so at smíðið kann siga um smiðin: «Hann hevur ikki gjørt meg;» ella myndin siga um myndaran: «Hann dugir einki.» 17Enn eina lítla stund og tá skal Libanon verða at aldingarði, og javnt við skógin skulu aldingarðar verða mettir. 18Á tí degi skulu deyv hoyra ritað orð, og út úr sortanum og myrkrinum skulu eygu hinna blindu síggja. 19Tá munnu hini eymu gleðast enn meira í Harranum, og hini fátækstu millum manna fegnast yvir Ísraels heilaga. 20Tí at horvnir eru valdsmenn, spottarar týndir og avoyddir allir, ið stunda á órætt, 21ið orðakringir sakfella hin sakleysa, seta hjálma fyri dómaran á tingi og fløkja málið hjá tí rættvísa. 22Tí sigur Harrin, sum loysti út Ábraham, soleiðis um Jákups hús: Jákup skal ikki meira verða til skammar, og andlit hans ikki blikna aftur, 23tí at tá ið hann sær míni handaverk í miðjum sær, tá man hann halga navn mítt og halga hin heilaga Jákups og óttast Ísraels Guð. 24Hinir ørvitigu skulu fáa vit, og hinir tvørlyndu taka við læru.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society