Jesaja 28
28
Dómur yvir Efraim og yvir hinar
1Vei hinum uppskrýdda kransi hjá teimum druknu í Efraim; teirra glæsiliga skreyt er einans følnandi blómur á heyggjum í hinum gróðurmikla dali, har víndruknir hølast. 2Sí, sterkan og veldigan kappa hevur Harrin til reiðar, sum heglingsæl í skaðaveðri, sum dynjandi skúrur av skolandi vøtnum, soleiðis leggur hann alt til jarðar við veldi. 3Undir fótum skal hann verða traðkaður, hin uppskrýddi kransur hjá Efraims druknu, 4og alt hans følnaða blómuskrýdda skreyt á heygnum í hinum gróðurmikla dali. Og tað skal verða við honum sum við fikuni, sum búnast, áður enn summarið er komið: Tann, ið sær hana, slítur hana av og gloypir henni, fyrsta hann fær hana í hondina.
Druknir prestar og profetar. Hornsteinurin til fals ella frelsu
5Á tí degi skal Harri herliðanna verða teimum, ið eftir eru av fólki hans, ein prýðiligur kransur og glæsilig krúna, 6ein rættlætis andi hjá teimum, ið sita í dómarasæti, og hetjumáttur hjá teimum, ið reka fíggindan út um borgarliðið.
7Men eisini her ganga menn í ørviti av vínløgi, vitleysir av víni; prestur og profetur druknir vingla, vingla av sterkum drykki; teir sløðra av vínløgi. Í ørviti síggja teir sjónir sínar; í rættinum snáva teir á. 8Hvørt borð er fult av spýggju, hvør blettur meiggjaður til. 9«Hvørjum vil hann kenna fróðskap, hvønn vil hann frøða um sjónir sínar? Teimum, ið nýliga eru vandir frá mjólk og tiknir av brósti?» 10Tí: «Sau lasau, sau lasau, kau lakau, kau lakau, eitt sindur her, eitt sindur har.» 11Ja, við stamandi vørrum og á fremmandum máli skal hann tala við hetta fólk, 12hann, sum segði við tey: «Her er hvíld at fáa, unnið tí hinum útmødda hvíld; her er hvíldarstaður tykkara.» Men tey vildu ikki hoyra. 13Tí man orð Harrans fara at ljóða í oyrum teirra sum: «Sau lasau, sau lasau, kau lakau, kau lakau; eitt sindur her, eitt sindur har,» so at teir fara eftir nakkanum og meiðsla seg, koma fastir í hjálman og verða fangaðir.
14Hoyrið tí orð Harrans, tit speisku menn, ið stjórna fólki mínum her í Jerúsalem. 15Av tí at tit siga: «Vit hava gjørt sáttmála við deyðan og seming við Hel, ikki skal hin dynjandi koyril koma til okkara; tí at av lygnum hava vit laðað okkum skýli, krógvað okkum í svikanna høli.» 16Tí sigur Harrin, drottin, so: Sí, eg leggi álítandi grundarstein í Zion, dýrmætan óvikandi hornstein; sá, sum trýr, hevur ongan skund. 17Eg lati rætt vera mátingarband og rættvísi vigingarlodd. Lygihølið skal heglingur sorla, og skýlið skulu áarstreymar skola burtur. 18Sáttmáli tykkara við deyðan skal verða slitin, semingur tykkara við Hel skal gleppa; tá ið hin dynjandi koyril fer fram, skal hann leggja tykkum til jarðar. 19Tykkum skal hann raka, hvørja ferð hann fer fram; tí at á hvørjum morgni fer hann fram, ja, nátt sum dag; einans ræðsla stendst tá av at skilja tey hoyrdu orð. 20Tí at legan skal vera ov stutt at rembast í og áklæðið ov smalt at hylja seg við. 21Tí at eins og á Perazims fjalli skal Harrin rísa og reiðast sum í Gibeons dali til tess at inna verk sítt, hitt undursama verk sítt, og fremja starv sítt, hitt sjáldsýnda starv sítt. 22Lættið nú av spottan, so at bondini ikki fara at rubba tykkum; tí at frá Harranum, drotni herliðanna, hoyrdi eg, at landið alt er vísari avoyðing ætlað.
Líking um vísdóm Harrans
23Lýðið á og hoyrið mína rødd; gevið gætur og hoyrið míni orð. 24Man plógmaðurin uttan íhald pløga, saksa og mylda jørð sína til sáðingar? 25Man hann ikki, tá ið moldin er slættað, sáa karva og somuleiðis kumman, leggja hveiti, hirsu og bygg á tí tilskilaða staði og spelt í útjaðaran? 26Guð hansara kennir honum rætta atferð og leiðbeinir hann. 27Tí at við treskisleðu verður karvi ikki tresktur og vagnhjól ikki koyrt gjøgnum kumman; nei, við stavi og lurki verða karvi og kumman treskt. 28Korn verður ikki sundurmorlað, ikki treskt uttan íhald; treskisleður og ross treskja tað, men morla tað ikki sundur. 29Eisini hetta kemur frá Harra herliðanna. Undursom eru ráð hans og mikil vísdómur hans.
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society