Skip to content

Jesaja 30

30
Vónin á Egyptaland skal bresta
1Vei hinum tvørsintu børnum, sigur Harrin, ið leggja saman ráð, sum koma ikki frá mær, og ganga í felag, uttan at andi mín er uppi í, til tess at leggja synd aftur at synd, 2sum uttan at spyrja mín munn gera ferð suður til Egyptalands til tess at leita sær vørn hjá Fárao og skjól í skugga Egyptalands. 3Men vørnin hjá Fárao skal verða tykkum til skammar og skjólið í skugga Egyptalands til skemdar. 4Tí tá ið høvdingar hansara standa í Zóan, og ørindrekarnir eru komnir fram til Hánes, 5hámast teir allir vegna fólkið, ið ikki kann hjálpa teimum, einki bata og onga nyttu gera, men einans elvir teimum háð og spott. 6Spádómur um «Suðurlandsins djór». Gjøgnum landið fult av neyð og vanda, har sum kvennljón og ljón og eiturormar og floygdir drekar hølast, flyta teir sín eyð á asnabaki og ognir sínar á kamelkúlu til ta tjóð, ið onga hjálp kann veita. 7Egyptalands hjálp er fáfongd og vindur, tessvegna nevni eg tað: «Skrólarin mikli, sum nú er teptur.»
Revsing fólksins og frelsa
8Far nú og rita tað á talvu, meðan teir eru hjá, og prenta tað í bók, so at tað í komandi døgum stendur sum vitnisburður allar ævir. 9Tí at treiskt er hetta fólk, lygivætti, børn, sum ikki vilja hoyra lóg Harrans, 10sum siga við síggjarar: «Síggið ongar sjónir!» og við hinar framskygdu: «Tit skulu ikki birta okkum sannleikan, men talið til okkara við fagurlátum, tølandi orðum. 11Farið út av vegnum, víkið frá breytini; latið okkum hava frið fyri Ísraels heilaga!» 12Tí sigur hin heilagi í Ísrael soleiðis: Av tí at tit havna hesum orði og troysta á krókut og kronglut og styðja tykkum við tí, 13tessvegna skal henda misgerð verða tykkum eins og sprunga, sum í háreistum borgargarði víðkast og veksur, til hann brádliga, alt í einum, raplar; 14hann smildrast eins og brotið leirker, ið eirindaleyst verður sorlað, so at av molunum fæst ikki leirbrot so frægt, at eldur kann takast av grúgvuni ella vatn verða oyst úr kelduni við tí. 15Tí at so sigur Harrin, drottin, Ísraels heilagi: Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst; í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera. 16Men tit vildu ikki, tit søgdu: «Nei, á hestum skulu vit toka fram!» – Ja, tit skulu sleppa at toka undan! «Á fljótum folum skulu vit ríða!» – Ja, fljótir skulu teir vera, ið tykkum elta. 17Fyri hóttan av einum manni skulu túsund flýggja; fyri fimm, ið hótta, skulu tit flýggja, hagar til teir, ið eftir eru av tykkum; standa sum vitastong á fjallatindi, sum hermerki uppi á hóli.
18Tessvegna stundar Harrin á at náða tykkum, og tessvegna vil hann rísa og várkunna tykkum, tí at Guð rættarins er Harrin; sælir allir, ið troysta á hann. 19Ja, tú fólk á Zion, tú sum býrt í Jerúsalem, grát ikki so sáran, vissuliga vil hann náða teg, tá ið tú rópar til hansara av neyð, og svara tær, so skjótt sum hann hoyrir teg. 20Enn skal Harrin geva tær neyðarbreyð og kvalardrykk, men síðan skal leiðbeinari tín ikki fjala seg longur, við egnum eygum skalt tú skoða hann. 21Og tá ið tú fert av leið til høgru ella vinstru, skalt tú hoyra tín leiðbeinara siga: «Her er leiðin, gangið hana.» 22Tá manst tú telja tínar silvurløgdu gudamyndir og tínar gullskrýddu stoyptu myndir óreinar; sum óreinsku skalt tú blaka tær burtur og siga: «Út hiðan við tykkum!» 23Og tá skal hann lata sáðið, sum tú sáar í jørðina, fáa regn, og kornið, sum jørðin ber, skal vera bæði væl matað og føðsluríkt; á tí degi skal tín fenaður ganga á víðum beitilendum. 24Oksarnir og asnarnir, ið strevað hava úti á bønum, skulu eta saltað fóðurbland, reinsað við tíningarskuvlu og varpkvísl. 25Av hvørjum høgum fjalli og hvørjum háreistum heyggi skulu løkir renna á hinum mikla mannafalsdegi, tá ið tornini rapla. 26Tá skal ljósið frá mánanum verða sum sólarljósið; og sólarljósið sjeyfaldast eins og sjey daga ljós – á tí degi tá ið Harrin bindur um og grøðir fólki sínum skeinurnar eftir tey høgg, tað hevur fingið.
Fall Assurlands
27Sí, navn Harrans kemur úr fjarlegd, bræði hans brennur undir tungum skýggjum, frá vørrum hansara goysir vreiði, og tunga hans er sum oyðandi eldur, 28andablástur hans eins og fossandi á, ið tekur manni undir høku; hann man sálda heidningarnar í oyðingar sáldi og leggja í munnin á tjóðunum meil, sum skal føra tær av leið. 29Tá skulu tit syngja ljóð sum á nátt, tá ið hátíðin verður boðað, og verða hjartans glað, sum tá ið gingið verður við floytuspæli niðan á fjall Harrans, niðan á Ísraels klett. 30Tá skal Harrin lata ljóða sína tignarrødd og reiggja sínum armi til jarðar í brennandi bræði og oyðandi eldi, í glopraregni og dynjandi heglingsælum. 31Tí at Assur ræðist fyri rødd Harrans; hann fær høgg av sprota hans 32og verður revsaður, hvørja ferð Harrin reiggjar stavinum yvir hann. Meðan glymskálir og søltur gella, leggur Harrin móti honum bardagar, sum eru ein offurvígsla. 33Tí at longu er offurstaðurin tilbúgvin; er eisini hann gjørdur fyri Moloki? Djúpt og breitt er eldfangið við nógvum brenniviði á; Harrin kveikir tað við andablástri sínum eins og við streymi av brennisteini.