Skip to content

Jesaja 27

27
Harrin banar Livjatani (heimsmáttinum)
1Á tí degi skal Harrin við sínum harða, veldiga og sterka svørði heimsøkja Livjatan, hin flogskjóta dreka, Livjatan, hin buktaða dreka, og bana sjóvarskrímslinum.
Lovsongur Ísraels fyri frelsu
2Á tí degi skulu tit syngja um yndisligan víngarð. 3Eg, Harrin, varði hann og vatni hann hvørja stund; eg varði hann bæði nátt og dag, so at eingin legst á hann. 4Vreiðin er av mær runnin; hvat leggi eg í tornir og tistlar? Eg ráðist á teir og brenni teir upp allar samlar, 5uttan so er, at teir leita sær høli hjá mær og binda frið við meg, ja, binda frið við meg. 6Á tí degi skal Jákup festa røtur, og Ísrael grønka og blóma og fylla jarðarríkið við ávøksti.
Afturkoma til Jerúsalem
7Hevur hann sligið fólkið í sama mun, sum teir eru slignir, ið slógu tað? Ella hevur tað verið myrt, eins og banamenn teirra eru myrdir? 8Við at reka og koyra tað frá sær, framdi hann sakarmálið móti tí; í hini eystanódnini rak hann tað burtur við sínum hvassa vindi. 9Og so skal tessvegna misgerð Jákups verða útstrikað, og hetta skal verða úrslitið av, at synd hans verður burturtikin, at hann letur allar altarsteinar verða sum molnaðar kálksteinar, so at eingir Ásjerustólpar ella sólsúlur reisast aftur. 10Tí at oydd er hin víggirda borgin, mannoydd og vorðin at oyðimørk; har ganga ungneyt á beiti, liggja har á bóli og eta gróðurkvistar. 11Tá ið greinarnar eru turrar, koma konur og bróta tær av og kveikja eld við teimum. Tí at tað er eitt óhyggið fólk; tí kann skapari tess ikki vera tí miskunnsamur, og hann sum myndaði tað, kann ikki vera tí náðigur. 12Men á tí degi man Harrin sláa niður aldin frá Eufrats streymi og alt at Egyptalands á; og ein og ein skulu tit, Ísraels børn, verða samanhentað. 13Á tí degi skal verða blást í miklan lúður; og teir, ið fórust í Assurlandi, og teir, ið sundraðust í Egyptalandi, skulu koma aftur og tilbiðja Harran á halgidómsins fjalli í Jerúsalem.