Hósea 5
5
Ísrael Harranum ótrúgvur
1Hoyrið hetta, tit prestar, gevið gætur, tit Ísraelsmenn, og tit í kongsins húsi, lýðið á, tí at tykkum er dómurin ætlaður; tí at snerra eru tit vorðnir fyri Mizpu, úttant net á Tábor. 2Í Sjittim dýptu teir veiðigrøv sína, men eg verði teimum øllum at reipi. 3Eg tekki Efraim, Ísrael er mær ikki duldur; hor hevur tú Efraim drivið, óreinur er Ísrael vorðin. 4Verk teirra loyva teimum ikki at snúgva sær aftur til Guðs, tí at hordómsandi býr teimum í brósti, og Harran tekkja teir ikki. 5Móti Ísrael skal hugmóð hansara vitna og Efraim farast fyri misgerðir sínar; snáva skal eisini Júda við teimum. 6Við seyði og neytum koma teir til tess at leita til Harrans; men teir skulu hann ikki finna, tí at hann hevur sagt seg leysan við teir. 7Harranum ótrúgv tey vóru, tí at leysingabørn hava tey alt, men nú skal eldur tey oyða og týna teirra jarðir.
Ísrael skal farast í bardaga
8Latið lúðurin gella í Gibeu og hornið dynja í Rámu, hevjið herróp í Bet-Áven og skelkið Benjamin á føtur! 9At oyðimørk skal Efraim verða á revsanar degi; Ísraels ættum eg kunngeri nakað, sum ikki skal svitast. 10Júda høvdingar eru vorðnir eins og teir, ið flyta markaskil, tí helli eg vreiði mína yvir teir eins og vatn.
Assur kann ikki bjarga frá vreiði Harrans
11Efraim er kúgaður og rætturin brotin, tí at hann læt sær líka at fylgja fánýtum gudi. 12Tí varð eg Efraimi sum mølur og Júda húsi sum etandi ormur. 13Og tá ið Efraim sá sótt sína og Júda kýli sítt, leitaði Efraim til Assurs og sendi boð eftir konginum mikla. Men hann megnar ikki at bøta tykkara heilsu, ikki at grøða tykkara kýli. 14Tí at eg eri Efraimi eins og ljónið, Júda húsi eins og ungljónið, eg skræði sundur og haldi til gongu, taki bráðina við mær, og eingin bjargar.
Currently Selected:
Hósea 5: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society