Hósea 6
6
Harrin krevur sannan kærleika heldur enn offur
5,15 Eg skal fara aftur á stað mín, til teir kenna seg sekar og søkja andlit mítt; í neyðini munnu teir leita til mín. 1«Komið, vit skulu snúgva aftur til Harrans; tí at hann hevur sundurkvett og man grøða okkum aftur, hann hevur sært og bindur um sár okkara; 2eftir tveimum døgum lívgar hann okkum, á triðja degi hann reisir okkum upp, til tess at vit skulu liva fyri ásjón hans. 3Og vit skulu kenna, ja, strevast eftir Harran at kenna, tí at so satt sum vit leita, skulu vit hann finna; sum regnið skal hann okkum vitja, sum várregn, ið jørðina vætir, og tá skal rættur okkara sum ljósið renna upp.» 4Hvat skal eg gera við teg, Efraim; hvat skal eg gera við teg, Júda? Kærleiki tykkara er jú sum morgunskýggið, sum døggin, ið snimma hvørvur! 5Tí høgdi eg til teirra við profetum mínum og drap teir við orðum av mínum munni. 6Til kærleika er mín hugur, ikki til sláturofra, til kunnleika um Guð meira enn til brenniofra.
Dómsorð yvir prestarnar
7Men teir hava í Ádam slitið sáttmálan; har hava teir verið mær ótrúgvir. 8Gilead er borg illgerðarmanna, full av blóði. 9Ránsmannaflokkur er prestanna flokkur, teir ræna á vegnum til Sikem, og níðingsverk teir inna. 10Í Betel sá eg ræðuligar lutir; har hevur Efraim drivið hor, Ísrael gjørt seg óreinan. 11Júda, eisini tær er upptøka ætlað, tá ið eg vendi fólks míns lagnu og grøði Ísrael.
Currently Selected:
Hósea 6: FB
Highlight
Share
Compare
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society