YouVersion Logo
Search Icon

Hósea 4

4
Dómur yvir prestarnar
1Hoyrið orð Harrans, tit Ísraelsmenn, tí at Harrin hevur mál at kæra við íbúgvar landsins; tí at eingin trúskapur er í landinum, eingin kærleiki og eingin kunnleiki um Guð. 2Teir svørja og ljúgva, myrða og stjala, dríva hor og bróta inn og elva eitt morðið fyri og annað eftir. 3Tessvegna syrgir landið, og alt, sum í tí livir, ørmaktast; bæði markarinnar djór og himinsins fuglar; ja, sjálvur havsins fiskur verður rivin burtur. 4Tó kæri eingin og seti eingin at, tí at fólk mítt er jú ikki øðrvísi enn prestur tess og profeturin ikki øðrvísi enn presturin. 5Hann skal tí snáva á degi og við honum profeturin á nátt; og fólk man farast vegna kunnleikatrot. 6Teir hava kunnleikanum havnað, tí skal eisini eg teimum havna, so at teir ikki verða prestar; teir gloymdu lóg Guðs síns, tí skal eg eisini børn teirra gloyma. 7Tess meira teir fjølgaðust, tess meira teir syndaðu móti mær og skiftu um dýrd sína við skemd. 8Av fólks míns syndum teir liva og tráa eftir misgerðum. 9Men prestinum skal fara eins og fólkinum; eg skal revsa hann fyri atferð hans og lata hann bøta fyri gerðir sínar; 10teir skulu eta og ikki mettast, horast uttan at fjølgast, tí at teir hava svikið Harran og hildið fram við hordómi.
Fólksins hjágudadýrkan
11Vín mítt og vínberjaløgur køva vitið. 12Fólk mítt leitar sær ráð við træbul sín, og stavsproti tess veitir tí svar; tí at hordómsandi hevur vilt tey, ótrúgv horast tey burtur frá sínum Guði. 13Á fjallanna knúkum tey ofra og kynda offurbál á heyggjunum undir eikum og øspum og terebintum, tí at góður er teirra skuggi; tessvegna dríva døtur teirra hor; tí slíta sonarkonur teirra hjúnalagið. 14Men ikki revsi eg døturnar fyri hor ella sonarkonurnar fyri hjúnalagsslit, tí at sjálvir ganga teir við kvøldarvívum, ofra við tempulskøkjum. Soleiðis ferst óhyggið fólk. 15Men um tú, Ísrael, horast, eigur tó Júda ikki at gera seg sekan við. Gangið ikki yvir til Gilgal, farið ikki niðan til Bet-Áven og svørjið ikki: «So satt sum Harrin livir!»
Efraim svíkur Harran
16Tí at Ísrael er mótræsin eins og mótræsið neyt; skal tá Harrin goyma at teimum eins og lombum á víðum lendi? 17Skurðgudafelag, drykkjumannalag er Efraim vorðin; 18tey dríva hor og elska skemd fram um hann, ið er tign teirra. 19Stormur skal vevja teir í veingir sínar, so at teir fáa skomm av altarum sínum.

Currently Selected:

Hósea 4: FB

Highlight

Share

Compare

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in