YouVersion Logo
Search Icon

Hósea 3

3
Myndartala um revsing Ísraels, bíðan og endurreising
1Og Harrin segði við meg: «Far aftur og elska konu, sum elskar annan mann og er ótrúgv, eins og Harrin elskar Ísraelsmenn, tó at teir víkja at øðrum gudum og hava tokka í vínberjakøkum.» 2Síðan keypti eg mær hana fyri fimtan silvursiklar og hálvan annan homer av byggi 3og segði við hana: «Langa tíð skalt tú sita mær einsamøll; tú skalt ikki sleppa at horast og ikki tilhoyra nøkrum manni; heldur ikki eg skal koma inn til tín.» 4Tí at langa tíð skulu Ísraelsmenn sita uttan kong og uttan høvdinga, uttan sláturoffur og uttan steinsúlur, uttan akul og uttan húsgudar. 5Síðan munnu Ísraelsmenn snúgvast við og leita til Harrans, Guðs síns, og Dávids, kongs síns, og teir munnu á síðstu døgum koma skelvandi til Harrans og til góðsku hans.

Currently Selected:

Hósea 3: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy