YouVersion Logo
Search Icon

Hósea 2

2
Hin ótrúgvi Ísrael
2Setið at, ja, setið at móður tykkara, tí at hon er ikki longur kona mín, og eg eri ikki maður hennara; koyri hon burtur av andliti og bróstum sínum merki eftir hori og hjúnalagsbroti! 3Annars lati eg hana úr hvørjum tráði, so at hon stendur nakin, eins og tá ið hon varð fødd; eg geri hana at oyðimørk og vatnleysum reyni og lati hana doyggja í tosta. 4Eg miskunni ikki børnum hennara, tí at tey eru skøkjubørn. 5Tí at skøkja hevur móðir teirra verið, og skammleys var hon, sum átti tey; hon hevur jú sagt: «Eg vil fylgja alskarum mínum, ið geva mær breyð mítt og vatn mítt, ull mína og lín mítt, olju mína og vín mítt.» 6Sí, tessvegna byrgi eg veg hennara við tornum og laði garðar fyri henni, so at hon finnur ikki rásir sínar. 7Hon skal renna aftan á alskarum sínum og ikki fáa teir aftur, leita eftir teimum og ikki finna teir. Men tá man hon siga: «Eg vil fara aftur til fyrra mann mín, tí at tá signaðist mær lutur mín.» 8Hon skilir ikki, at tað eri eg, sum havi givið henni kornið, aldinløgin og oljuna og nøgd av silvuri og gulli, sum tey hava gjørt til Báalar. 9Tessvegna taki eg korn mítt aftur og aldinløgin mín hvørt í sínum tíma, nemi ull mína burtur og lín mítt, sum hon hylur nakni sítt við. 10Nú nekti eg skomm hennara beint fyri eygunum á alskarum hennara; úr míni hond kann eingin henni bjarga. 11Eg geri enda á øllum fagnaði hennara, á hátíðum, tendringardøgum, hvíludøgum og øllum veitsluhátíðum hennara. 12Eg vil oyða víntrø hennara og fikutrø, sum hon segði vera ta skøkjuløn, ið hon hevði fingið av alskarum sínum; eg geri tey at runnaskógi og lati villdjórini skræða tey í seg. 13Eg vil aga hana fyri hátíðir Báalanna, tá ið hon kyndi teimum offureld og skrýdd við nasaringum og hálsmeni fylgdi alskarum sínum; men meg hon gloymdi, sigur Harrin.
Fyrijáttan um frelsu
14Sí, tessvegna vil eg lokka hana og leiða hana út í oyðimørkina og tala blídliga við hana. 15Tá gevi eg henni víngarðar hennara aftur og geri Ógævudalin at Vónarliði. Har skal hon syngja eins og á ungdómsdøgum sínum, sum tá ið hon fór úr Egyptalandi. 16Á tí degi, sigur Harrin, manst tú siga við meg: maður mín, og ikki longur: Báal mín; 17eg skal venja hana frá at taka Báalanna nøvn upp á tunguna; nøvn teirra skulu ikki verða munað. 18Á tí degi geri eg fyri teir sáttmála við djór markarinnar, við fuglar himinsins og skriðkykt jarðarinnar og oyði úr landinum boga og svørð og bardagar og lati tey búgva ekkaleys. 19Eg man festa mær teg um ævir í rættvísi og rættlæti, í kærleika og miskunnsemi; 20eg man festa mær teg í trúfesti, og tú skalt kenna Harran. 21Á tí degi man eg bønhoyra, sigur Harrin, eg man bønhoyra himinin, og hann man bønhoyra jørðina. 22Jørðin man bønhoyra kornið, vínberjaløgin og oljuna; og tey munnu bønhoyra Jizreel. 23Og eg skal sáa mær hana í landinum og miskunna «Náðileysu» og siga við «Ikki-mítt-fólk»: «Tú ert fólk mítt;» og hann skal siga: «Guð mín.»

Currently Selected:

Hósea 2: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy