Ezekiel 42
42
Framhald: Prestaskemmurnar
1Og hann førdi meg at innara forgarði í norðurætt og leiddi meg at skemmubygninginum, ið lá upp at tí avgirda økinum og bakbygninginum norðantil. 2Longdin var hundrað alnir og breiddin fimti. 3Áraka liðini í innara forgarði og áraka hitt steinsetta túnið, sum lá uttast í ytra forgarði, var súlnagongd yvir av súlnagongd í trimum hæddum. 4Fyri framman skemmurnar var tíggju alna breið og hundrað alna long gongd; dyr hennara horvdu í norður. 5Og ovastu skemmurnar vóru styttri, av tí at súlnagongdirnar tóku meira burtur av teimum enn av teimum niðastu og mittastu skemmunum. 6Tí at tær vóru í trimum hæddum og høvdu ongar súlur, sum tær ið vóru í ytra forgarðinum; tessvegna vóru tær ovastu skemmurnar trengri enn tær niðastu og mittastu. 7Og veggurin, ið stóð endilangur fram við skemmunum út at ytra forgarði fyri framman skemmurnar, var fimti alnir langur. 8Tí at skemmurnar, ið lógu úti við ytra forgarð, vóru fimmti alnir; og tær lógu áraka tær við aðalhúsið, tilsamans hundrað alnir. 9Niðanvert við hesar skemmur var inngongd eystanífrá, tá ið gingið var inn í tær úr ytra forgarði, 10har sum veggur forgarðsins byrjaði. Síðan leiddi hann meg suðurum; eisini har vóru skemmur áraka hitt avgirda økið og bakhúsið 11við gongd frammanfyri; tær líktust skemmunum fyri norðan; tær høvdu somu longd og somu breidd; og allar útgongdir vóru her eins og har; alt var gjørt á sama hátt. 12Men hurðar teirra horvdu í suður. 13Og hann segði við meg: Skemmurnar fyri norðan og skemmurnar fyri sunnan, ið liggja fram við hinum avgirda økinum, eru heilagar skemmur, har prestarnir, ið nærkast mega Harranum, skulu eta tað háheilaga. Har skulu teir goyma hitt háheilaga, grónofrið, syndofrið og sektarofrið; tí at staðurin er heilagur. 14Og tá ið prestarnir ganga hagar inn – teir mega ikki fara beinleiðis úr halgidóminum út í ytra forgarð – skulu teir har fara úr klæðum sínum, sum teir hava gjørt tænastu í, tí at tey eru heiløg; og teir skulu lata seg í onnur klæði, og síðan mega teir nærka seg tí, sum fólksins er.
Stødd tempulvallarins
15Men tá ið hann hevði mált templið innan, leiddi hann meg út at liðinum, sum horvdi í eystur, og máldi allar vegir; 16hann máldi eysturliðina við málistongini, og var hon fimm hundrað alnir; síðan snúðist hann við 17og máldi við málistongini norðurliðina; hon var fimm hundrað alnir; 18síðan snúðist hann við og máldi við málistongini suðurliðina; hon var fimm hundrað alnir. 19Og hann snúðist við og máldi við málistongini vesturliðina; hon var fimm hundrað alnir. 20Hann máldi økið allar fýra vegir; og múrur var allan vegin kring um tað, fimm hundrað alnir langur og fimm hundrað alnir breiður, til tess at gera skilnað millum hitt heilaga og hitt óheilaga.
Currently Selected:
Ezekiel 42: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society