Ezekiel 43
43
Innferð Harrans í nýggja templið
1Síðan leiddi hann meg at liðinum, ið horvdi í eystur, 2og sí, tá kom dýrd Ísraels Guðs úr eystri, og tað var at hoyra eins og dun av mongum vøtnum, og jørðin ljómaði av dýrd hansara. 3Sjónin var hin sama, sum eg hevði sæð, tá ið hann kom at týna borgina; og vagnurin líktist honum, sum eg hevði sæð við ánna Kebar; og eg fell fram á ásjón mína. 4Dýrd Harrans fór nú inn í templið ígjøgnum tað liðið, sum horvdi í eystur. 5Men andin hevjaði meg upp og førdi meg inn í innara forgarðin; og sí, dýrd Harrans fylti templið. 6Og eg hoyrdi einhvønn tala til mín út úr templinum, meðan maðurin stóð við lið mína; 7hann segði við meg: Mansbarn! Á hesum staði skal hásæti mítt og fótskør mín vera; her vil eg búgva millum Ísraels menn allar ævir; Ísraels hús skal ikki meira vanhalga mítt heilaga navn, hvørki teir ella kongar teirra, við hordómi sínum og við líkum av kongum sínum, 8við tað at teir løgdu gátt sína tætt við mína gátt og settu durastavir sínar tætt við durastavir mínar, so at bert veggur var ímillum, og vanhalgaðu heilaga navn mítt við teimum andstygdum, ið teir framdu, so at eg í vreiði míni noyddist at gera enda á teimum. 9Nú munnu teir lata meg sleppa undan hordómi sínum og líkum av kongum sínum, so at eg kann búgva millum teirra allar ævir. 10Men tú, mansbarn, skalt greiða Ísraels húsi frá templinum, frá útsjónd og skipan tess, so at teir blúgvast av andstygdum sínum. 11Og um teir skammast yvir tað, sum teir hava framt, tá skalt tú draga upp fyri teimum templið og tess byggilag, útgangir og inngangir, heilskapaða mynd og kunngera teimum allar fyriskipanir og lógir um tað; og tú skalt skriva tað upp fyri eygum teirra, so at teir leggja sær alla mynd tess í geyma, allar fyriskipanir um tað og fara eftir teimum. 12Hetta er skipanin um templið: Dygst uppi á fjallinum skal alt øki tess alt íkring vera háheilagt. Sí, hetta er skipanin um templið.
Brennioffuraltarið og vígsla tess
13Hetta er mát altarsins í alnatali, alinin eina løgd longri enn vanligt: Undirstøðan eina alin høg og eina alin breið; og brúnafjølin kring alla rondina eina sponn høg. Og hetta er hædd altarsins: 14Frá undirstøðuni í neðra upp á niðara stall vóru tvær alnir og breiddin eina alin; og frá minna stalli upp á størra stallin vóru fýra alnir og breiddin eina alin. 15Eldstaðurin var fýra alnir høgur; og upp úr eldstaðinum vóru fýra horn. 16Og eldstaðurin var tólv alnir langur og tólv alnir breiður, so at tað myndaði rættan fýrhyrning. 17Og hin størri stallurin var fjúrtan alnir langur og fjúrtan alnir breiður á øllum fýra liðum; hin minni stallurin var sekstan alnir langur og sekstan alnir breiður á øllum fýra liðunum; og brúnafjølin kring hann var hálva alin breið, og undirstøðan eina alin alt íkring. Trappan upp á altarið var á eysturliðini. 18Og hann segði við meg: Mansbarn! So sigur Harrin, drottin: Hetta er skipanin um altarið á tí degi, tá ið tað var reist til tess at bera fram brennioffur á tí og støkka blóð á tað. 19So sigur Harrin, drottin: Levitaprestunum av Zádoks ætt, ið mega nærkast mær til tess at gera tænastu fyri mær, skalt tú fáa ungan tarv sum syndaoffur. 20Og tú skalt taka eitt sindur av blóði hans og rýða tað upp á tey fýra horn altarsins og upp á fýra hyrningar stallanna og á brúnafjølina alt íkring og soleiðis reinska tað fyri synd og veita tí sáttargerð. 21Síðan skalt tú taka syndaoffurtarvin og lata hann brenna við norðurhús tempulsins fyri uttan halgidómin. 22Annan dagin skalt tú bera fram lýtaleysan geithavur sum syndaoffur; og teir skulu reinsa altarið frá synd, eins og teir reinsaðu tað frá synd við tarvinum. 23Og tá ið tú ert liðugur at reinsa tað frá synd, skalt tú bera fram ungan lýtaleysan tarv og lýtaleysan veðr av smalunum. 24Tú skalt leiða teir fram fyri Harran, og prestarnir skulu koyra salt á teir og síðan ofra Harranum teir sum brennioffur. 25Í sjey samfeldar dagar skalt tú dagliga ofra havur sum syndaoffur; og umframt tað skal verða ofrað ungur tarvur og veðrur av smalunum, lýtaleys djór. 26Í sjey dagar skulu teir veita sáttargerð fyri altarið og reinsa og víga tað. 27Men tá ið hesir dagarnir eru lidnir, tá skulu prestarnir áttanda dagin og framvegis ofra á altarinum brennioffur og takkaroffur tykkara; og tá skulu tit tóknast mær, sigur Harrin, drottin.
Currently Selected:
Ezekiel 43: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society