YouVersion Logo
Search Icon

Ezekiel 41

41
Framhald av tempulsjónini
1Síðan leiddi hann meg inn í aðalhúsið og máldi veggstólparnar; teir vóru seks alnir breiðir hvørjumegin. 2Dyrnar vóru tríggjar alnir breiðar og duraveggirnir fimm alnir hvørjumegin. Tínæst máldi hann longd tess: fjøruti alnir; og breidd tess; tjúgu alnir. 3Síðan gekk hann í innhúsið og máldi durastólparnar; teir vóru tvær alnir tjúkkir, duravíddin seks alnir breið og duraveggirnir sjey alnir hvørjumegin. 4Og hann máldi longd tess: tjúgu alnir; og breidd tess: tjúgu alnir fram við aðalhúsinum. Og hann segði við meg: Hetta er hitt alra heilagasta.
5Síðan máldi hann tempulveggin; hann var seks alnir tjúkkur; og hjábygningurin fýra alnir breiður kring alt templið. 6Og hjáskemmurnar lógu skemmu við skemmu tríati ferðir og í trimum hæddum; og har vóru stallar við tempulveggin, so at bjálkarnir ikki komu inn í tempulveggin. 7Á henda hátt breiðkaðust skemmurnar fyri hvørja hædd uppeftir, og somuleiðis smalkaðist tempulveggurin uppeftir; og gangast mátti úr niðastu skemmu upp á mittastu og úr mittastu upp á ovastu. 8Og eg sá við templið steinsettan pall alt íkring, og grundvøllur skemmanna var fulla málistong breiður, seks alnir út at jaðaranum. 9Breiddin á útveggi skemmanna var fimm alnir; og tað girda økið, sum lá millum skemmanna, ið tilhoyrdu templinum, 10var tjúgu alnir breitt allan vegin kring templið. 11Á skemmuhúsinum vóru dyr út at tí opna økinum, einar norðureftir og einar suðureftir; og breiddin á tí opna økinum var fimm alnir allar vegir.
12Og húsini, ið stóðu vestanvert við avgirda økið, vóru sjeyti alnir breið; veggur teirra var fimm alnir tjúkkur alt íkring; og tey vóru níti alnir long.
13Nú máldi hann templið, og var tað hundrað alnir langt; og hitt avgirda økið, bakhúsið og veggur tess vóru somuleiðis hundrað alnir á longd. 14Og framlið tempulsins saman við tí avgirda økinum eystantil var somuleiðis hundrað alnir breitt. 15Og hann máldi longdina á bakhúsinum, ið stóð aftanvert fram við avgirda økinum; hon var hundrað alnir. Aðalhúsið, innhúsið og forsalurin ytri 16vóru bróstað. Gluggar, ið víðkaðust inneftir, góvu ljós í øllum trimum hølunum. Og veggirnir har inni vóru bróstaðir frá gólvi upp at gluggum. 17Og frá durunum allan vegin innar at innhúsinum vóru bróstini alt íkring sett við skurðverkum 18av kerúbum og pálmum; millum hvørja tveggja kerúba var ein pálmi; og hvør kerúbur hevði tvey andlit. 19Mansandlitið horvdi móti pálmanum øðrumegin, og ljónsandlitið horvdi móti pálmanum hinumegin; soleiðis var um alt templið. 20Frá gólvi upp at gluggum vóru gjørdir kerúbar og pálmar á bróstinum í aðalhúsinum. 21Við dyr aðalhúsins vóru fýrhyrntir durastavir. Og fyri framman halgidómin var eitthvørt, ið líktist altari av træi; 22tað var tríggjar alnir høgt, tvær alnir langt og tvær alnir breitt, á tí vóru horn; og undirstabbi og liðarveggir vóru úr viði. Og hann segði við meg: Hetta er borðið, ið stendur frammi fyri Harranum. 23Á aðalhúsinum vóru tvær veingjahurðar; 24somuleiðis vóru tvær veingjahurðar á halgidóminum; hvør veingjahurðin, ið gekk á leikindum, var úr tveimum borðum, tvey hvørjumegin. 25Tær vóru lagdar við skurðverki av kerúbum og pálmum eins og bróstini. Fyri uttan forsalin var takskýli av træi. 26Har vóru rimaðir gluggar og pálmar á veggjum forsalsins báðumegin.

Currently Selected:

Ezekiel 41: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in