YouVersion Logo
Search Icon

Ezekiel 32

32
Harmljóð yvir fall Egyptalands
1Á tólvta ári, fyrsta dagin hins tólvta mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: 2Mansbarn, hevja harmljóð um Fárao, kong Egyptalands, og sig við hann: Tú ungljón millum tjóðanna, tað er úti við tær! Og tó vart tú eins og sjódreki í havinum, froysti við nasunum og gruggaði vatnið við fótunum og móraði streymar tess. 3So sigur Harrin, drottin: Við manngarði margra tjóða seti eg nót mína fyri teg, í neti mínum skulu teir draga teg upp. 4Eg varpi tær upp á land og tveiti teg út á vøllin; allar fuglar himinsins lati eg flykkjast um teg og metti við tær øll djór á jørðini. 5Holdið av tær kasti eg niðan á fjøllini og fylli gilini við ræi tínum. 6Við útrensli tínum væti eg landið alt at fjøllunum og fylli dalarnar við blóði tínum. 7Og tá ið tú sloknar, byrgi eg himinin og lati stjørnurnar í sorgarbúna, í skýggi hylji eg sólina, og mánin skal ikki koma fram. 8Øll himnaljós lati eg í sorgarbúna vegna tín og lati myrkur hylja land títt, sigur Harrin, drottin. 9Mangar tjóðir lati eg kenna sviða í barmi, tá ið eg føri títt herleidda fólk út millum tjóðanna til landa, sum tú ikki kennir. 10Og mangar tjóðir lati eg øtast yvir teg, og kongar teirra ønskrast av ræðslu vegna tín, tá ið eg reiggi svørði mínum framman fyri teimum; hvørja løtu skulu teir óttast, hvør fyri lívi sínum á tí degi, tá ið tú fellur. 11Tí at so sigur Harrin, drottin: Svørð Bábelkongs skal koma yvir teg. 12Eg skal fella tína hámiklu múgvu við svørði kappa, sum allir eru úr grimmastu tjóðum; teir skulu beina fyri skreyti Egyptalands, og øll tess hámikla múgva skal týnast. 13Eg oyði allan fenað tess og rívi hann burtur frá teim miklu vøtnum, eingin mannafótur skal meira grugga tey aftur, ei heldur kleyv á nøkrum djóri. 14Síðan lati eg vøtnini setast og áirnar renna sum olju, sigur Harrin, drottin, 15og tá ið eg geri Egyptaland til reyn og oyði landið og alt, sum í tí er, og havi beint fyri øllum íbúgvum tess, tá munnu teir viðurkenna, at eg eri Harrin. 16Hetta er harmljóð, sum tú skalt hevja um Egyptaland; døtur tjóðanna skulu kvøða tað; um Egyptaland og alla tess hámiklu múgvu skulu tær kvøða tað, sigur Harrin, drottin.
Fárao í helheimi
17Tólvta árið, á fimtanda degi mánaðarins, kom orð Harrans til mín soljóðandi: 18Mansbarn, vena teg um hina hámiklu múgvu Egyptalands og hevja harmljóð um hana, tú og døtur tjóðanna; stíg niður í undirheimin til teirra, sum niður eru farin í grøvina! 19Ert tú yndisligari enn aðrir? Stíg oman og legg teg har hjá hinum óumskornu! 20Millum teirra, sum av svørði vórðu vignir, skal hann falla og liggja har saman við allari síni hámiklu múgvu. 21Í miðjum helheimi skulu høvdingar hetjanna tala til hansara: Ert tú frægari enn aðrir? Stíg oman og legg teg her hjá hinum óumskornu! 22Har er Assur og allur manngarður hansara kring um grøv hansara, allir samlir vignir menn, falnir fyri svørði. 23Inni á botni í gravhellinum fekk hann grøv sína; og har liggur manngarður hans kring grøv hansara, allir samlir vignir menn, falnir fyri svørði, men høvdu áður latið staðið ræðslu av sær í landi livandi manna. 24Har er Elam við allari síni hámiklu múgvu kring um grøv sína; allir eru teir vignir menn, ið falnir eru fyri svørði, og eru farnir óumskornir niður í undirheimin, menn, sum áður høvdu latið staðið ræðslu av sær í landi livandi manna. Nú bera teir vanvirðing millum teirra, sum niður eru farnir í gravhellið. 25Millum vigna manna fekk hann legu sína saman við allari síni hámiklu múgvu kring um grøv sína; allir eru teir óumskornir, falnir fyri svørði; tí at eitt sinn stóðst ræðsla av teimum í landi livandi manna. Men nú bera teir vanvirðing sína; millum vigna manna vórðu teir lagdir. 26Har eru Mesjek og Túbal við øllum sínum hámiklu múgvum kring um gravir sínar, allir samlir óumskornir av svørði vignir, sum eitt sinn lótu ræðslu standast av sær í landi livandi manna. 27Teir fingu ikki legu hjá hetjunum, risunum í forðum, sum fóru niður í helheimin í herklæðum sínum; svørð teirra vórðu løgd undir høvur teirra, og skildir teirra lógu yvir beinum teirra; tí at ræðsla stóðst av hetjunum í landi livandi manna. 28Og tú skalt liggja sorlaður millum óumskorna og svørðvigna manna. 29Hvar er Edóm við kongum og øllum høvdingum sínum, ið fingu gravir sínar millum svørðvigna manna; saman við óumskornum liggja teir millum teirra, ið fóru niður í grøvina. 30Har eru stórhøvdingar Norðursins allir samlir og allir Zidonitar, ið stigu niður til hinar vignu, skammfullir hóast megi teirra, ið so mikil ræðsla stóðst av; teir liggja óumskornir millum svørðvigna manna og bera vanvirðing sína millum teirra, ið fóru niður í grøvina. 31Tá ið Fárao sær teir, fær hann ugga av allari síni hámiklu múgvu, sigur Harrin, drottin. 32Tí at hann læt ræðslu standast av sær í landi livandi manna; men nú liggur hann millum óumskorna og svørðvigna manna, Fárao sjálvur og øll hansara hámikla múgva, sigur Harrin, drottin.

Currently Selected:

Ezekiel 32: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in