YouVersion Logo
Search Icon

Ezekiel 33

33
Varðmannastarv profetsins
1Orð Harrans kom til mín soljóðandi: 2Mansbarn, tala til landar tínar og sig við teir: Tá ið eg lati svørðið koma yvir eitthvørt land, og fólkið í landinum tekur mann úr hópi sínum og skipar hann varðmann sín, 3og hann sær svørðið koma yvir landið og blæsur í lúðurin til tess at gera fólkið vart við tað, 4men tann, ið hoyrir lúðrablásturin, ikki tekur við ávaring, og svørðið kemur og rakar hann, tá skal blóð hansara koma yvir hans egna høvur. 5Hann hoyrdi lúðrablásturin, men tók ikki við ávaring; blóð hansara skal koma yvir hans egna høvur; men hin, ið varaði hann við, hevur bjargað lívi sínum. 6Men sær varðmaðurin svørðið koma og blæsur tó ikki í lúðurin, og fólkið verður ikki varað við, og svørðið kemur og rakar ein teirra, tá er tað vissuliga fyri misgerð sína, at hann verður raktur, men blóð hansara krevji eg av hond varðmansins. 7Men teg, mansbarn, havi eg skipað varðmann fyri Ísraels húsi, til tess at tú varar teir við, tá ið tú hoyrir orð av munni mínum. 8Tá ið eg sigi við hin gudleysa, at hann skal doyggja, og tú ikki talar til tess at vara hann við sín vánda veg, tá skal hann fullvæl doyggja fyri misgerð sína, men blóð hansara krevji eg av tíni hond. 9Men varar tú hin gudleysa við veg hans, at hann skal víkja av honum, og hann kortini ikki ger tað, tá skal hann doyggja fyri misgerð sína, men tú hevur bjargað lívi tínum.
Hitt rættvísa endurgjald
10Og tú, mansbarn, sig við hús Ísraels: Tit siga: Misgerðir og syndir várar níva okkum, og vegna teirra eru vit komnir burtur í einki, hvussu skulu vit lívi halda? 11Sig við teir: So satt sum eg livi, sigur Harrin, drottin, havi eg ongan tokka í deyða hins gudleysa, men at hin gudleysi víkur av vegi sínum, so at hann verður á lívi. Snúgvið tykkum, snúgvið tykkum frá tykkara vándu vegum! Hví vilt tú, hús Ísraels, týna lívið? 12Men tú, mansbarn, sig við landar tínar: Rættlæti hins rættvísa skal ikki bjarga honum á tí degi, tá ið hann syndar; og gudloysi hins gudleysa skal ikki fella hann á tí degi, tá ið hann víkur frá gudloysi sínum; heldur ikki kann hin rættláti bjarga sær við rættvísi síni á tí degi, tá ið hann syndar. 13Tá ið eg sigi við hin rættvísa, at hann skal lívi halda, og hann tá í troysti á rættvísi sína fremur órætt, tá skal øll rættvísi hansara einki bata honum; fyri ta misgerð, sum hann hevur gjørt, skal hann doyggja. 14Og tá ið eg sigi við hin gudleysa, at hann skal lívið týna, og hann tá lættir av synd síni og fremur rætt og rættvísi, 15letur tað veðsetta frá sær aftur, endurgeldur tað, sum hann hevur rænt, og fer eftir lívsins lógum, so at hann ikki meira fremur órætt, hann skal lívi halda og ikki doyggja; 16eingin av syndum teimum, ið hann hevur gjørt, skal verða tilroknað honum; hann hevur íðkað rætt og rættlæti, vissuliga skal hann lívi halda. 17Og nú siga landar tínir: Vegur Harrans er ikki rættur! Men tað er teirra vegur, ið ikki er rættur. 18Tá ið hin rættvísi víkur frá rættlæti sínum og fremur órætt, skal hann doyggja fyri tað. 19Og tá ið hin gudleysi víkur frá gudloysi sínum og íðkar rætt og rættlæti, tá skal hann lívi halda fyri tað. 20Og tó siga tit: Vegur Harrans er ikki rættur! Eg skal døma hvønn tykkara eftir vegi hans, Ísraels hús!
Fall Jerúsalems; Ezekiel fær málið aftur
21Ellivta árið eftir, at vit vórðu herleiddir, á fimta degi hins tíggjunda mánaðar, kom flóttamaður úr Jerúsalem til mín við hesum tíðindum: Borgin er tikin! 22Men hond Harrans var komin yvir meg kvøldið fyri, sum flóttamaðurin kom, og hann hevði latið munn mín upp, áður enn hann kom til mín um morgunin; og munnur mín opnaðist, og eg var ikki longur dumbur.
Hóttan móti Júdaleivdum
23Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: 24Mansbarn! Teir, ið búgva í toftunum her í Ísraels landi, siga: Ábraham var einans ein, og tó ognaðist honum landið, vit eru mangir, okkum er landið fingið til ognar! 25Tí skalt tú siga við teir: So sigur Harrin, drottin: Tit eta kjøt við blóði í, hevja eygu tykkara til hjágudanna og úthella blóð, og tó vilja tit eiga landið! 26Tit troysta á svørð og fremja tað, sum andstyggiligt er, tit spilla konurnar hvør hjá øðrum, og tó vilja tit eiga landið! 27Soleiðis skalt tú siga við teir: So sigur Harrin, drottin: So satt sum eg livi, skulu teir, sum hølast í toftunum, falla fyri svørði; teir, sum eru úti á víðavangi, gevi eg villdjórunum til føðslu, og teir, sum hølast í fjallavirkjum og hellum, skulu doyggja av drepsótt. 28Eg geri landið til reyn og oyði, tess hástóra veldi skal farast, og Ísraels fjøll skulu liggja í oyði, so at eingin fer um tey. 29Og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg geri landið til reyn og oyði aftur fyri allar tær andstygdir, ið teir hava framt.
Hinir herleiddu eru óskoytnir
30Og tú, mansbarn, sí, landar tínir, ið standa undir veggjum og í húsadurum og tala um teg, siga hvør við annan: Komið, latum okkum hoyra, hvat tað er fyri orð, ið kemur frá Harranum! 31Og teir koma til tín í flokkum og sessast framman fyri tær til tess at hoyra orð tíni; men teir gera ikki eftir teimum, tí at lygn er í munni teirra, og hjartað stundar á vinning. 32Og sí, tú ert teimum eins og ein, ið kvøður ástarkvæði, sum ein, ið hevur vakurt mál, og er kønur í streingjaleiki. Teir lýða á orð tíni, men gera ikki eftir teimum. 33Men tá ið tað kemur fram – og fram skal tað koma – tá skulu teir sanna, at profetur hevur verið teirra millum!

Currently Selected:

Ezekiel 33: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in