Ezekiel 31
31
Fárao, hitt hástóra sedristræ, skal falla
1Ellivta árið, á fyrsta degi hins triðja mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: 2Mansbarn, sig við Fárao, Egyptalands kong, og við hansara hámiklu múgvu: Við hvønn skalt tú javnmetast í mikilleika? 3Sí, tú ert sedrisviður á Libanon við føgrum greinum og skuggandi leyvi, hávaksin við krúnu, sum tekur upp í skýggini. 4Vatnið gav honum vøkstur, og frumhavið gjørdi hann hávaksnan; tað læt áir sínar renna um gróðurstað hans og løkir sínar streyma um allan vøll hans. 5Tessvegna vaks hann upp um øll hini trøini á markini; gróðurkvistar hans fjølgaðust, og greinar hans gjørdust langar av tí nógva vatninum. 6Allir fuglar himinsins reiðraðust í greinum hans; undir leyvkrúnu hans løgdu øll djór markarinnar ungar sínar, og í skugga hans hølaðust allar hinar mongu tjóðir. 7Hann varð fagur og hávaksin við longum greinum, tí at ikki treyt vatnið við røtur hans. 8Sedristrøini í aldingarði Guðs kundu ikki javnmetast við hann; einki sypristræ hevði tílíkar greinar; einki lyntræ tílíka leyvkrúnu; einki træ í aldingarði Guðs kundi metast við hann í fagurleika. 9Eg hevði prýtt hann við nógvum greinum, so at øll Edens trø í aldingarði Guðs øvundaðu honum.
10Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at hann varð høgur og hevjaði krúnu sína til skýggja og gjørdist hástórur av síni høgu hædd, 11tí gevi eg hann upp í hendurnar á einum, ið er veldigur tjóðanna millum; hann skal fara við honum eftir gudloysi hans og beina fyri honum. 12Fremmandir, hinar grimmastu tjóðir, skulu fella hann og kasta hann frá sær; greinar hans skulu verða tveittar um fjøll og allar dalar, og gróðurkvistar hans liggja avbrotnir í øllum giljum landsins; allar tjóðir jarðarinnar skulu rýma úr skugga hans og lata hann liggja. 13Á falna stovni hansara skulu allir fuglar himinsins sessast og øll djór markarinnar bólast á greinum hans, 14til tess at eingi trø við áarløkir skulu verða hástór av sínum mikla vøkstri og eingi trø, sum fáa vatn at drekka, hevja krúnu sína til skýggja ella bretta sær av síni høgu hædd; tí at øll skulu tey verða givin deyðanum og fara oman í undirheimin millum mannabarnanna, millum teirra, ið fara niður í grøvina.
15So sigur Harrin, drottin: Á tí degi, tá ið hann fer niður í helheimin, lati eg frumhavið aftur fyri honum og tippi áir tess, so at tey miklu vøtnini lætta av at renna; eg lati Libanon klæðast í sorg og øll trø á markini ørmaktast yvir hann. 16Við duninum av falli hansara skaki eg tjóðirnar upp, tá ið eg lati hann søkka niður í helheimin til teirra, sum farnir eru niður í grøvina; og har niðri í undirheiminum skulu uggast øll Edens trø, hini frálíku og dýrmætu trøini á Libanon, øll, sum vatn hava drukkið. 17Eisini tey fara saman við honum niður í helheim til teirra, sum av svørði eru vignir og hava sitið sum hjálparar hans í skugga av honum tjóðanna millum. 18Hvat av Edens trøum kundi javnmetast við teg í dýrd og stødd? Og tó skalt tú saman við Edens trøum verða rindaður niður í undirheimin; har skalt tú liggja millum hinna óumskornu saman við teimum, ið av svørði eru vignir. Hetta er Fárao og øll hansara hámikla múgva, sigur Harrin, drottin.
Currently Selected:
Ezekiel 31: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society