YouVersion Logo
Search Icon

Ezekiel 30

30
Undirgangur Egyptalands
1Orð Harrans kom til mín soljóðandi: 2Mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin, drottin: Eymkið tykkum: Á, tílíkur dagur! 3Tí at dagurin er í nánd! Dagur Harrans nærkast! Tað verður dagur skýsortans og tími tjóðanna! 4Svørðið kemur yvir Egyptaland, og Bláland tekur at skelva, tá ið vignir níga í Egyptalandi, og eyður tess verður rændur og grundvøllirnir rótaðir upp. 5Blálendingar, Putmenn, Lúditar og allur tjóðblandingurin, Kubitar og synir sáttmála míns skulu saman við teimum falla fyri svørðinum. 6So sigur Harrin: Egyptalands hjálparmenn skulu falla; lúta skal tess hástóra vald; frá Migdol til Sýene skulu teir falla fyri svørðinum, sigur Harrin, drottin. 7Tað skal liggja í oyði millum landa í oyði, og borgir tess liggja avtoftaðar millum borga í toftum; 8og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg leggi eld í Egyptaland, og allir hjálparmenn tess verða morlaðir. 9Á tí degi skulu ørindrekar fara út frá mær í skipum til tess at loypa ræðslu á hitt ekkaleysa Bláland, og tá skulu teir nøtra vegna ógævudag Egyptalands; tí at sí, hann kemur! 10So sigur Harrin, drottin: Eg lati Nebukadnezar, Bábelkong, gera enda á mikillæti Egyptalands. 11Hann og fólk hans við honum, hinar grimmastu tjóðir, skulu verða heimtaðar til tess at oyða landið; teir skulu bregða svørðum sínum móti Egyptalandi og fylla landið við vignum monnum. 12Eg skal turka upp áarstreymarnar og selja landið illmonnum í hendur og lata fremmandar oyða tað og alt, sum í tí er. Eg, Harrin, havi talað.
13So sigur Harrin, drottin: Eg beini fyri hjágudunum og avoyði falsgudarnar úr Nób og høvdingarnar úr Egyptalandi, so at teir ikki eru til meira; og eg loypi ræðslu á Egyptaland. 14Eg oyði Pátros og leggi eld í Zóan og lati revsidóm ganga yvir Nó. 15Eg helli út vreiði mína yvir Sin, varnarvirki Egyptalands, og týni hina hámiklu múgvuna í Nó. 16Eg leggi eld í Egyptaland. Sýene skal nøtra, skarð verða brotið á Nó og borgargarður hennara niðurrivin. 17Hinir ungu menn í Ón og Píbeset skulu falla fyri svørði, og konurnar verða herleiddar. 18Í Takpankes myrknar dagurin, tá ið eg har bróti veldissprota Egyptalands, og hástóra vald tess má lúta; skýsortin skal hylja Takpankes og døtur hennara verða herleiddar. 19Soleiðis lati eg revsidóm koma yvir Egyptaland; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Úrslitið av sigri Nebukadnezars á Egyptalands heri
20Ellivta árið, á sjeynda degi hins fyrsta mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: 21Mansbarn! Eg havi brotið armin á Fárao, Egyptalands kongi, og sí, hann skal ikki verða umbundin og ikki vav verða lagt á hann til at grøða hann, so at hann skuldi styrknað aftur og fingið gripið svørðið. 22Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg ráðist á Fárao, Egyptalands kong, og bróti armar hansara, bæði hin heila og hin ørkymlaða, og lati svørðið gleppa honum úr hondum. 23Eg skal spjaða Egyptar um millum tjóðanna og syndra teir út um londini. 24Armar Bábelkongs skal eg styrkja og geva honum svørð mítt í hondina, men bróta armarnar á Fárao, so at hann skal liggja fyri fótum hans stynjandi, eins og deyðasærdir geva seg. 25Ja, armar Bábelkongs styrki eg; men armar Fáraos skulu niður signa; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg fái Bábelkongi svørð mítt í hondina, og hann reiggjar tí móti Egyptalandi. 26Ja, eg skal spjaða Egyptar um millum tjóðanna og syndra teir út um londini; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.

Currently Selected:

Ezekiel 30: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in