Ezekiel 24
24
Rustaður ketil yvir eldi sum dømi um undirgang Jerúsalems
1Í níggjunda ári, á tíggjunda degi hins tíggjunda mánaðar, kom orð Harrans til mín soljóðandi: 2Mansbarn, skriva tær upp navnið á hesum degi, á degnum í dag, tí at á hesum degi hevur Bábelkongur herjað á Jerúsalem. 3Tala í líkingarmáli við hitt tvørlynda ættarkynið og sig: So sigur Harrin, drottin: Set pottin útá, set hann útá og lat vatn í hann; 4legg í hann kjøtstykki, alskyns frálík kjøtstykki, tjógv og bøgir; fyll hann við mergjaðum beinum! 5Tak teir bestu seyðirnar og legg brennivið undir pottin; kynd undir kjøtstykkjunum, so at eisini beinknúturnar vera sodnar.
6Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Vei hini blóðseku borg, hinum rustaða potti, sum rusturin ikki gongur av; hvørt stykkið eftir annað verður tikið burtur úr honum; lutur verður ikki kastaður um tey. 7Tí at blóðið, sum hon hevur úthelt, er enn í henni; á beran klett læt hon tað renna og helti tað ikki út á jørðina, so at tað kundi verða hult við mold. 8Til tess at elva vreiði og fáa hevnd læt eg blóðið, sum hon úthelti, renna á beran klettin, so at tað ikki kundi verða hult.
9Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Vei hini blóðseku borg! Nú skal eg gera altarkulluna djúpa. 10Rúgvið saman við og kyndið eld; koyrið kjøtið í og hellið soðið av, so at beinini mega brenna. 11Setið síðan tóman pottin út á gløðurnar, so at hann verður so brennandi heitur, at hann gløðir, og óreinskan og rusturin bráðna burtur av honum og hvørva. 12Men hóast alt stríð og strev, vildi tann nógvi rustur tó ikki fara av honum í eldinum. 13Av tí at tú ert órein av leysalevnaði og ikki hevur hildið óreinskuni burtur frá tær, tó at eg gjørdi teg reina, tí skalt tú ongantíð aftur verða rein, fyrr enn eg havi svalað vreiði mína á tær. 14Eg, Harrin, havi talað; tað kemur; eg útinni tað og lati tað ikki gretta; uttan medeymkan og uttan iðran skal eg døma teg eftir atferð tíni og eftir gerðum tínum, sigur Harrin, drottin.
Profeturin syrgir deyðu konu sína sum fyrimynd um fólkið, ið syrgir fall Jerúsalems
15Orð Harrans kom til mín soljóðandi: 16Mansbarn, sí, eg taki dýrgrip eygna tína frá tær við bráðum deyða, men tú skalt ikki syrgja og ikki gráta; tár mega ikki koma tær á kinn; 17men stynja ljódliga og halt ikki deyðakvartan; far undir vavhúgvu og skøð teg; tú skalt ikki hylja skegg títt og ikki eta sorgarbreyð. 18Tala síðan til fólkið um morgunin! – Tá doyði kona mín um kvøldið, og morgunin eftir gjørdi eg eins og mær hevði verið boðið. 19Tá segði fólkið við meg: Vilt tú ikki siga okkum, hvat ið hetta, sum tú hevst at, hevur at týða fyri okkum? 20Eg svaraði teimum: Orð Harrans kom til mín soljóðandi: 21Sig við Ísraels hús: So sigur Harrin, drottin: Sí, eg man vanhalga halgidóm mín, tykkara stórlætnu háborg, dýrgrip eygna tykkara og tráan sála tykkara; synir tykkara og døtur, ið tit lótu vera eftir, skulu falla fyri svørði. 22Tá munnu tit gera, eins og eg havi gjørt: Tit skulu ikki hylja skegg tykkara og ikki eta sorgarbreyð. 23Vavhúgvur tykkara skulu verða verandi á høvdinum og skógvarnir á fótunum; tit skulu ikki syrgja og ikki gráta, men fána burtur í misgerðum tykkara og stynja hvør við øðrum. 24Ezekiel skal verða tykkum tekin; tá ið tað hendir, skulu tit gera alt tað, sum hann ger; og tit skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.
25Og tú, mansbarn! Á tí degi, tá ið eg taki frá teimum varnarvirki teirra og dýrdargleði teirra, dýrgrip eygna teirra og tráan sála teirra, synir teirra og døtur, 26tá skal flóttamaður koma til tín og bera tær tíðindi; 27á tí degi skal muður tín verða upplatin, tá ið flóttamaðurin kemur; og tú skalt tala og ikki longur vera dumbur; tú skalt vera teimum tekin, og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Currently Selected:
Ezekiel 24: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society