YouVersion Logo
Search Icon

Ezekiel 25

25
Spádómar um fremmandar tjóðir (25.-32. kap.): Ammonitar
1Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: 2Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Ammonitum og profetera móti teimum 3og sig við teir: Hoyrið orð Harrans, drottins: So sigur Harrin, drottin: Av tí at tú læði háðandi yvir, at halgidómur mín varð vanhalgaður og Ísraels land lagt oyði, og yvir, at Júdahús mátti fara í útlegd, 4tessvegna vil eg geva teg eystanmonnum til ognar; teir skulu reisa tjaldbúðir sínar og taka upp bústað sín í tær; og teir skulu eta ávøkst tín og drekka mjólk tína. 5Eg geri Rabba til beitilendi fyri kamelar og Ammons borgir til seyðaból, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin. 6Tí at so sigur Harrin, drottin: Av tí at tú slóst hondum saman og trampaði við fótunum og fegnaðist av meinfúsum huga um Ísraels land, 7sí, tí vil eg rætta út hond mína móti tær og geva heidningunum teg sum herfong; eg striki teg út úr tali tjóðanna, týni teg úr tali landanna og avoyði teg; og tú skalt viðurkenna, at eg eri Harrin.
Móabitar
8So sigur Harrin, drottin: Av tí at Móab sigur: Sí, Júda hús er eins og allar aðrar tjóðir! 9tessvegna opni eg Móabs fjallareyn, so at borgirnar um alt land teirra verða oyddar, prýði landsins, Bet-Jesjimot, Báal-Meon og Kirjatáim. 10Eystanmonnunum gevi eg tað til ognar, til tess at tað ikki meira skal verða havt í huga millum tjóðanna. 11Eg felli dóm yvir Edóm, og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin.
Edómitar
12So sigur Harrin, drottin: Av tí at Edóm av miklum hevndarhugi gjørdi seg inn á Júdahús og elvdi sær syndasekt við at hevna seg inn á teir, 13tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Eg rætti út hond mína móti Edóm og týni har bæði fólk og fenað; eg geri landið til oyðimørk; frá Teman og alt at Dedan skulu teir falla fyri svørði. 14Eg lati fólk mítt, Ísrael, útinna hevnd mína inn á Edóm; og teir skulu fara við Edóm samsvarandi grimd og vreiði míni; Edóm skal fáa hevnd mína at kenna, sigur Harrin drottin.
Filistar
15So sigur Harrin, drottin: Av tí at Filistar herjaðu við miklum hevndarhugi og vanmetan í hjarta til tess at týna við ævigum fíggindskapi, 16tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg rætti út hond mína móti Filistum og avoyði Kretarnar og beini fyri teimum, ið eftir eru við sævarstrondina. 17Herviliga skal eg hevna meg inn á teir og revsa teir í vreiði; og teir skulu viðurkenna, at eg eri Harrin, tá ið eg lati teir fáa hevnd mína at kenna.

Currently Selected:

Ezekiel 25: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in