YouVersion Logo
Search Icon

Ezekiel 23

23
Hinar horfiknu døturnar – Óhola (Sámária) og Óholiba (Jerúsalem)
1Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: 2Mansbarn! Eina ferð vóru tvær konur, døtur somu móður. 3Tær drivu hor í Egyptalandi í ungdómi sínum; har vórðu bróst teirra tumlað; har fóru menn við hondum um moyggjarbarm teirra. 4Hin eldra æt Óhola og systir hennara Óholiba. Eg fekk tær báðar, og tær aldu mær synir og døtur. Um nøvn teirra er at siga, at Óhola er Sámária og Óholiba Jerúsalem.
5Men Óhola sveik meg við leysalevnaði sínum; hon brann í girnd eftir ástarmonnum sínum, Assursmonnum, ið komu til hennara 6skrýddir í skarlak, jallar og landshøvdingar, hinir fríðastu unglingar, reiðmenn hátt á hestbaki. 7Hon oysti hordóm sín yvir teir, yvir allar hinar mætastu menn Assurs, ið hon legði ást við, og gjørdi seg óreina av øllum hjágudum teirra. 8Men hon helt fram við horfikni sínum eftir Egyptum, tí at teir høvdu havt samlegu við hana í ungdómi hennara, høvdu farið við hondum um moyggjarbarm hennara og oyst yvir hana girndarhug sín. 9Tessvegna gav eg hana upp í hendur á alskarum hennara, Assursmonnum, ið hon brann av girnd eftir. 10Teir flettu upp um blygd hennara, tóku synir og døtur hennara og drópu hana sjálva við svørði, so at hon varð øðrum konum til tiltak. Soleiðis evnaðu teir dómin yvir hana.
11Hetta sá systir hennara Óholiba, men bar tó av henni við leysalevnaði sínum og dreiv hor verri enn systir sín. 12Hon fekk nálg at Assursmonnum, jallum og landshøvdingum, ið komu til hennara skreytbúnir, allir samlir ungir og prúðir menn ríðandi á hestbaki. 13Eg sá, hvussu hon óreinsdaði seg, og at báðar gingu somu leið. 14Men hon fór enn longur í horðómi sínum; tá ið hon sá menn drignar á vegg, myndir av Kaldeum málaðar við reyðum kriti, 15gyrdir við belti um lendar og við flákrandi vavhúgvu um høvur, allir á at líta eins og kappar, líkir Bábelmonnum, føðiland teirra er Kaldea, 16tá brann hon av girndarhugi eftir teimum, so skjótt sum hon bar eyga við teir, og sendi ørindreka til Kaldeu eftir teimum. 17Og Bábelmenn gingu inn til hennara til ástarsamlegu og gjørdu hana óreina, og hon gjørdi seg óreina á teimum, til sál hennara stóðst við teir. 18Hon framdi leysalevnað sítt opinberliga og fletti upp um blygd sína; tá stóðst sál míni við hana, eins og sál míni hevði staðist við systur hennara. 19Men hon helt enn longur á fram í hordómi sínum, við tað at hon mintist ungdómsdagar sínar, tá ið hon dreiv hor í Egyptalandi; 20og hon brann í girnd eftir ástmonnum tess, ið høvdu hold eins og asnar og girndarhugi eins og graðhestar. 21Tá saknaði hon ungdómsleysalevnað sítt, tá ið Egyptar fóru við hondum um barm hennara og tumlaðu moyggjarbróst hennara.
22Tessvegna, Óholiba, sigur Harrin, drottin, soleiðis: Sí, eg vil eggja móti tær ástmenn tínar, ið sál tíni stendst við, og lata teir úr øllum ættum ráðast á teg, 23Bábelmenn og allar Kaldear, Pekod og Sjoa og Koa og við teimum allar Assursmenn, hini prúðastu ungmenni, allir jallar og landshøvdingar, navnframir kappar, allir ríðandi á hestbaki. 24Teir skulu herja á teg við nógvum rossum og vagnum og herfjøldum margra tjóða; stórar og smáar skildir og hjálmar skulu teir seta upp ímóti tær alt íkring; eg leggi málið fram fyri teir, og teir skulu døma teg eftir sínum lógum. 25Eg skal lata vandlæti mítt ganga yvir teg; teir skulu fara øgiliga við tær; nøs tína og oyru skulu teir skera av, og tað, sum eftir verður av tær, skal falla fyri svørði; sonum tínum og døtrum skulu teir fara avstað við, og tað, sum eftir verður av tær, skal farast í eldi. 26Teir skulu skræða klæðini av tær og taka skartgripir tínar. 27Soleiðis vil eg gera enda á leysalevnaði tínum, sum tú hevðist at í Egyptalandi, so at tú ongantíð aftur hevjar eygu tíni upp til teirra ella minnist á Egyptaland. 28Tí at so sigur Harrin, drottin: Sí, eg gevi teg upp í hendur teirra, sum tú hatar, og sum sál tíni stendst við; 29haturliga skulu teir fara við tær; teir skulu taka ognir tínar og lata teg eftir nakna og bera og soleiðis nekta títt horfikna likam. 30Hetta fært tú aftur fyri siðloysi og leysalevnað títt, av tí at tú fekst nálg eftir tjóðunum og gjørdi teg óreina av hjágudum teirra. 31Tú hevur fylgt sama vegi sum systir tín; tessvegna rætti eg tær bikar hennara. 32So sigur Harrin, drottin: Tú skalt tøma bikarið hjá systur tíni, hitt djúpa og víða – tú skalt verða til háð og spott –. Tað tekur nógv 33og er fult av ørsku og kvølum; bikar fylt við øtan og ræðslu er bikarið hjá systur tíni Sámáriu. 34Tú skalt tøma tað at botni og sleikja botnin og ørkymla bróst tíni; tí at eg havi talað, sigur Harrin, drottin. 35Tí sigur Harrin, drottin, soleiðis: Fyri tað at tú hevur gloymt meg og tveitt meg aftur um bak, skalt tú nú bøta fyri siðloysi og hordóm tín.
36Og Harrin segði við meg: Mansbarn! Vilt tú ikki døma Óholu og Óholibu? Ger teimum andstygdum teirra kunnar, 37at tær vóru mær ótrúgvar og hava blóð á hondunum; við hjágudum sínum vóru tær mær ótrúgvar og hava eisini latið synir sínar, ið tær føddu mær, ganga gjøgnum eldin teimum til føðslu. 38Framvegis gjørdu tær mær hetta: Tær gjørdu halgidóm mín óreinan og vanhalgaðu hvíludagar mínar. 39Sama dagin, sum teir høvdu slátrað hjágudunum børn síni, komu teir inn í halgidóm mín til tess at vanhalga hann. Soleiðis bóru teir seg at í mínum egna húsi! 40Ja, boð vóru send eftir monnum úr fjarløgdum londum; og tá ið teir komu, tváaði tú tær, litaði eyguni og lætst teg í skreyt. 41Síðan settist tú á dýrmæta legu; fyri framman hana stóð matbúgvið borð, og roykilsi mítt og olju mína legði tú á tað. 42Tá hoyrdist har hjá systrunum rómur og gangur av øllum teimum monnum, ið komnir vóru innan úr oyðimørkini; teir góvu teimum armringar og settu dýrmæta krúnu á høvur teirra. 43Tá mælti eg: Soleiðis hava tær verið mær ótrúgvar og livað í leysalevnaði! 44Menn gingu inn til teirra eins og inn til horkonu; soleiðis gingu teir inn til Óholu og Óholibu til tess at fremja skemdarverk. 45Men rættlátir menn skulu døma og lata tær fáa sama dóm sum horkonur og konur, ið úthella blóð, tí at tær hava verið ótrúgvar, og blóð er á hondum teirra. 46Ja, so sigur Harrin, drottin: Stevnið saman mannfjøld móti teimum til tess at pína og ræna tær. 47Og mannfjøldin skal grýta tær við gróti og høgga tær sundur við svørðum sínum; synir teirra og døtur skulu verða dripin og hús teirra uppbrend. 48Soleiðis skal skemdin verða oydd úr landinum, og øllum konum skal tað vera til ávaringar, so at tær ikki gera eftir skemdum tykkara. 49Teir skulu lata skemdir tykkara koma oman yvir tykkum, og tit skulu bøta fyri tær syndir, ið tit hava framt við hjágudum tykkara, so at tit viðurkenna, at eg eri Harrin, drottin.

Currently Selected:

Ezekiel 23: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in