YouVersion Logo
Search Icon

Ezekiel 22

22
Jerúsalem verður ákærað
1Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: 2Mansbarn, vilt tú ikki døma, vilt tú ikki døma hina blóðseku borg? Rýð henni allar andstygdir hennara um nasar 3og sig: So sigur Harrin, drottin: Vei borgini, sum helti út blóð í miðjum sær til tess at lata ógævustund sína koma, og gjørdi sær hjágudar til tess at óreinska seg! 4Av tí blóði, sum tú úthelti, hevur tú gjørt teg seka, og av hjágudunum, sum tú gjørdi tær, ert tú vorðin órein. Tú hevur gjørt, at dagur tín stundar til, at áramál títt er lokið. Tessvegna geri eg teg til háð fyri allar tjóðir og til spott fyri øll lond. 5Bæði teir, ið búgva nærindis og langt av leið, skulu spotta teg, tú hávamikla borg við so ringum ágiti! 6Sí, høvdingar Ísraels, ið búgva hjá tær, fara fram sum yvirgangsmenn og úthella blóð! 7Íbúgvar tínir einkisvirða faðir og móður, teir kúga útisetan og undiroka faðirloysingan og einkjuna; 8mínar halgilutir vanvirða teir og vanhalga hvíludagar mínar. 9Hjá tær fara bakmælismenn við sleyi, so at blóð verður úthelt; á fjøllunum eta teir offurkjøt og fremja skemdargerðir í miðjum tær. 10Hjá tær verður blygd faðirsins nektað, og konur verða tiknar við valdi, meðan tær eru óreinar. 11Ein ber seg andstyggiliga at móti konu næsta síns, annar skemmir sonarkonu sína við leysalevnaði; hjá tær tekur maður systur sína við valdi, dóttur faðirs síns. 12Borgarar tínir taka við mutri til tess at úthella blóð; fæleigu hevur tú tikið og eykagjald og rænt frá næsta tínum; men meg hevur tú gloymt, sigur Harrin, drottin.
13Men sí, eg slái hendurnar saman yvir tínum órættvísa vinningi og yvir tí blóði, sum flýtur í miðjum tær. 14Man ikki dirvi títt fara at dovna og hendur tínar at vikna á tí degi, tá ið eg taki mær um reiggj ímóti tær? Eg, Harrin, havi talað og vil útinna tað. 15Eg man spjaða teg út ímillum tjóðanna og sundra teg út um londini og firra allan óreinleika frá tær. 16Tjóðirnar skulu síggja teg vanhalgaða verða; og tá skalt tú viðurkenna, at eg eri Harrin.
17Orð Harrans kom til mín soljóðandi: 18Mansbarn! Ísraels hús er vorðið mær eins og ilskubøklar; allir eru teir eins og kopar og tin, jarn og blýggj í bráðpannuni; silvursindur eru teir vorðnir. 19Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí, at tit eru allir vorðnir ilskubøklar, tí vil eg savna tykkum saman í miðjari Jerúsalem, 20eins og silvur og kopar og jarn og blýggj og tin verður latið á bráðpannuna og blást verður í eldin til tess at bræða tað, soleiðis vil eg í bræði míni og vreiði savna tykkum saman og koyra tykkum hagar til tess at bræða tykkum. 21Ja, eg skal savna tykkum saman og blása upp vreiðield mín ímóti tykkum, so at tit bráðna í honum. 22Eins og silvur verður brætt á bráðpannuni, soleiðis skulu tit verða bræddir inni í borgini, og tit skulu sanna, at eg, Harrin, havi úthelt vreiði mína yvir tykkum.
23Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: 24Mansbarn, sig við landið: Tú ert land, sum ikki fært regn og ikki skúrir á vreiðidegnum; 25høvdingar tínir eru eins og ýlandi ljón, ið skræða í seg villibráð, týna lív og ræna ognir og dýrgripir og fjølga einkjurnar í landinum, 26prestarnir hava rongt lógina við valdi og vanhalgað halgilutir mínar; teir hava ikki gjørt greinarmun á tí, sum er heilagt, og tí, sum ikki er heilagt, og hava ikki greint frá muninum á óreinum og reinum; og teir hava latið eyguni aftur fyri hvíludøgum mínum, so at eg eri vorðin vanhalgaður teirra millum. 27Høvdingarnir har vóru eins og vargar á ránsferð fúsir til at úthella blóð og týna lív til tess at ogna sær órættvísan vinning. 28Profetarnir rýddu við kálki, skoðaðu fáfongdir og boðaðu lygispádómar; teir søgdu: So sigur Harrin, drottin; og tó hevði Harrin einki sagt. 29Fólkið í landinum fór fram við kúgan og ráni; hin neyðstadda og fátæka undirokaðu teir og vóru harðir móti útisetanum uttan nakran rætt. 30Eg leitaði teirra millum eftir manni, sum vildi laða upp borgargarð og standa í skarðinum fyri ásjón míni landinum til varnar, til tess at eg ikki skuldi oyða tað; men eg fann ongan. 31Tá helti eg út vreiði mína yvir teir; í brennandi bræði míni beindi eg fyri teimum og læt atferð teirra koma oman yvir egnu høvur teirra, sigur Harrin, drottin.

Currently Selected:

Ezekiel 22: FB

Highlight

Copy

Compare

Share

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in