Ezekiel 21
21
Svørð Harrans móti Jerúsalem
1Og orð Harrans kom til mín soljóðandi: 2Mansbarn, snúgv andliti tínum móti Jerúsalem og lat talu tína streyma móti halgidóminum og profetera móti Ísraels landi 3og sig við Ísraels land: So sigur Harrin: Sí, eg ráðist á teg og dragi svørð mítt úr slíðrum og avoyði hjá tær bæði rættvís og gudleys. 4Av tí, at eg ætli at avoyða hjá tær bæði rættvís og gudleys, skal svørð mítt fara úr slíðrum móti øllum holdi úr suðri og í norður. 5Og alt hold skal viðurkenna, at eg, Harrin, havi drigið svørð mítt úr slíðrum; tað skal ikki fara aftur í teir meira. 6Og tú, mansbarn, stynja av pínu eins og lendar tínar vóru brotnar, stynja fyri eygsjón teirra! 7Og um teir siga við teg: Hví stynur tú? Tá skalt tú svara: Yvir eini tíðindi; tí at tá ið tey koma, tá munnu øll hjørtu bráðna, allar hendur verða máttleysar, hvør hugur bila og øll knø fara sundur sum vatn. Sí, tey koma og verða sannað, sigur Harrin, drottin.
8Orð Harrans kom til mín soljóðandi: 9Mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin: Svørð, hvast svørð, brýnt skínandi, 10brýnt til at slátra við, so at snarljósini ganga frá tí; 11eg læt brýnara fáa tað, til tess at hann skuldi taka tað í hondina; nú er tað hvast og skínandi og skal fáast drápsmanninum upp í hendur. 12Mansbarn, rópa og eymka teg, tí at tað kemur yvir fólk mítt og allar høvdingar Ísraels; saman við fólki mínum koma teir allir undir svørðið; tessvegna skalt tú sláa teg á lendar, 13sigur Harrin, drottin. 14Og tú, mansbarn, profetera og slá saman hendur; ger svørðið sum tvey, ja, sum trý! Svørð hinna vignu, svørð hins mikla vanhalgara; lat tað loypa ræðslu á teir, 15so at dirvið dovnar, og mangir falla við øll borgarlið teirra. Drepandi bregði eg brandinum, gjørdur til at senda snarljós, brýndur til slátranar. 16Tú brandur, jarðlegg bæði til høgru og vinstru alt, sum oddur tín kemur at! 17Tá skal eisini eg sláa saman hendur og svala vreiði míni. Eg, Harrin, havi talað!
Bábelkongur við vegamótið; fyrst skal svørðið koma yvir Jerúsalem
18Tá kom orð Harrans til mín soljóðandi: 19Og tú, mansbarn, ger tær tveir vegir fyri svørð Bábelkongs at koma eftir; teir skulu báðir liggja út frá sama landi; og set upp varða har, sum borgarvegirnir skiljast, 20so at svørðið bæði kemur til Rabba í landi Ammonita og til Júda og Jerúsalem í miðjum Júda. 21Tí at Bábelkongur stendur á vegamótinum har, sum báðir vegirnir skiljast, til tess at leita ráð við gudar; hann ristir ørvarnar, spyr húsgudarnar og rannsakar livrina. 22Í høgru hond hans er luturin Jerúsalem; hann letur upp munnin og hevjar glymjandi herróp til tess at reisa múrbrótara móti borgarliðinum og laða upp hervirki og reisa vígtorn. 23Eiðirnar, sum teir høvdu svorið Guði, virdu teir ikki meira enn lygispádómar. Men hann skal minnast misgerð teirra, so at teir verða tiknir á hondum. 24Tessvegna sigur Harrin, drottin, soleiðis: Av tí at tit hava sjálvir mint á misgerðir tykkara, við tað at trúnaðarslit tykkara varð opinberað, so at syndir tykkara sóust týðuliga av øllum, ið tit høvdust at – av tí, at tit við teimum hava sjálvir gjørt tykkum kunnar, skulu tit verða tiknir á hondum. 25Og tú, gudleysi vanhalgari, høvdingi Ísraels, tín tími er komin, og tín synd er fullbúgvin! 26So sigur Harrin, drottin: Takið høvuðskreytið av honum! Niður við krúnuni! Hetta skal ikki longur vera svá! Upp við hinum lága og niður við hinum høga! 27At toftum, toftum, toftum geri eg ríkið! Tað skal ikki meira vera til, til hann kemur, sum hevur rættin til tess, og sum eg gevi tað.
Svørðið skal síðan koma yvir Ammonitar
28Og tú, mansbarn, profetera og sig: So sigur Harrin, drottin, um Ammonitar og háðan teirra! Sig: Svørð, svørð er drigið úr slíðrum til tess at slátra niður; tað er brýnt, so at snarljós fúka av tí, 29meðan teir boða tær fáfongdarsjónir og spáa lygnir fyri tær til tess at seta svørðið á háls hinna gudleysu vanhalgara; hjá teimum er tímin komin, og misgerðir teirra eru fullbúnar. 30Far heim aftur í borg tína; eg skal døma teg á tí staði, har sum tú varðst skapaður, í tí landi, har sum tú ert upprunnin. 31Eg vil úthella vreiði mína yvir teg og lata bræði mína brenna ímóti tær og geva teg upp í hendurnar á monnum, ið eru grammir og kønir í at avoyða. 32Tú skalt verða eldinum til føðslu; blóð títt skal verða grivið niður í jørðina, so at eingin minnist til tín; tí at eg, Harrin, havi talað.
Currently Selected:
Ezekiel 21: FB
Highlight
Copy
Compare
Share
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society