Exodus 8
8
Onnur plága: Froskarnir
1Síðan segði Harrin við Móses: «Gakk inn fyri Fárao og sig við hann: So sigur Harrin: Gev fólki mínum loyvi at fara, so at teir mega tæna mær! 2Men synjar tú fyri at lata tey fara, tá skal eg týna alt land títt við froskum. 3Níláin skal yðja við froskum; teir skulu koma upp á turt og fara inn í hús títt og svøvnskemmu tína, ja, upp í rekkju tína og inn í hús tænara tína og fólks tíns, í bakarovnar tínar og deigtrog; 4ja, froskarnir skulu skríða upp á sjálvan teg og fólk títt og allar tænarar tínar!» 5Tá segði Harrin við Móses: «Sig við Áron: Rætt út hond tína og halt stav tín út yvir áir, løkir og vatnræsi og fá froskarnar at skríða upp og út yvir Egyptaland!» 6Síðan rætti Áron út hond sína yvir vøtn Egyptalands; tá skriðu froskarnir upp og huldu Egyptaland. 7Men eisini hetta gjørdu rúnarmenninir við rúnarveldi sínum og lótu froskar koma yvir Egyptaland. 8Tá sendi Fárao boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Biðið Harran um at lata froskarnar víkja frá mær og fólki mínum, so skal eg lata fólkið fara, so at tey mega bera fram Harranum offur!» 9Móses svaraði Fárao: «Tær skal verða veittur tann heiður sjálvur at siga, nær eg skal biðja fyri tær og tænarum tínum og fólki tínum, um at froskarnir skulu víkja frá tær og húsum tínum, so at teir einans verða eftir í Nílánni.» 10Hann svaraði: «Í morgin.» Tá segði Móses: «So skal verða, sum tú sigur, til tess at tú skalt sanna, at eingin er sum Harrin, Guð vár. 11Froskarnir skulu víkja frá tær og húsum tínum og frá tænarum tínum og fólki tínum, so at teir einans verða eftir í Nílánni.» 12Síðan gingu Móses og Áron út frá Fárao; Móses ákallaði Harran um at beina fyri froskunum, ið hann hevði latið koma yvir Fárao. 13Harrin gjørdi tá, sum Móses bað um, og froskarnir doyðu bæði í húsunum og í gørðunum og úti á markini. 14Og tá ið teir vórðu savnaðir saman í rúgvur, stóðst rotin roykur av teimum út um landið. 15Men tá ið Fárao sá, at tað var lætt í, herdi hann aftur hjarta sítt og vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt.
Triðja plága: Mýggjabitarnir
16Harrin segði tá við Móses: «Sig við Áron: Rætt út stav tín og slá á dust jarðarinnar; tað skal verða at mýggjabitum um alt Egyptaland!» 17Teir so gjørdu; Áron rætti út hond sína og sló við stavi sínum á dust jarðarinnar; tá løgdust mýggjabitar á bæði fólk og fenað; alt dust jarðarinnar var at mýggjabitum um alt Egyptaland. 18Rúnarmenninir royndu nú eisini við rúnarveldi sínum at fáa mýggjabitar fram; men teir kundu tað ikki; og mýggjabitarnir løgdust bæði á menn og djór. 19Tá søgdu rúnarmenninir við Fárao: «Hetta er fingur Guðs!» Men tó herdi Fárao hjarta sítt og vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt.
Fjórða plága: Bitflugurnar
20Og Harrin segði við Móses: «Far í morgin snimma og statt fyri Fárao, tá ið hann fer oman at vatninum, og sig við hann: So sigur Harrin: Loyv fólki mínum at fara, so at tey mega tæna mær! 21Men gevur tú teimum ikki loyvi at fara, skal eg lata bitflugur leggjast á teg og tænarar tínar og fólk títt og hús tíni; og hús Egypta skulu verða full av bitflugum og somuleiðis jørðin undir fótum teirra! 22Men á tí degi vil eg undantaka Gosenland, har fólk mítt býr, so at har ongar bitflugur vera, til tess at tú skalt sanna, at eg, Harrin, eri í landinum. 23Og eg vil gera skilnað millum mítt fólk og títt fólk. Í morgin skal hetta jartekin vera.» 24Harrin gjørdi nú soleiðis og læt øgiligar flokkar av bitflugum herja á hús Fáraos og hús tænara hans og um alt Egyptaland, so at landið var illa farið av bitflugum. 25Tá sendi Fárao boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Farið nú og berið fram Guði tykkara offur her í landinum!» 26Men Móses svaraði: «Ikki ber til at gera soleiðis, tí at tað, sum vit ofra Harranum, Guði várum, er Egyptum andstyggiligt; og um vit nú fyri eygum teirra bera fram offur, sum er teimum andstyggiligt, munnu teir tá ikki fara at grýta okkum? 27Loyv okkum heldur at fara tríggjar dagsferðir út í oyðimørkina at bera fram Harra, Guði várum, offur, eins og hann hevur boðið okkum!» 28Tá segði Fárao: «Eg vil lata tykkum fara; berið tit fram Harranum, Guði tykkara, offur í oyðimørkini; men farið bert ikki ov langt burtur; biðið fyri mær!» 29Móses svaraði: «Ja, fyrsta eg eri komin út frá tær, skal eg biðja til Harrans, og bitflugurnar skulu víkja frá Fárao og tænarum hans og frá fólki hans í morgin; men tá má Fárao ikki aftur við skálkabrøgdum sýta fólkinum burturferð til at bera fram Harranum offur!» 30Móses fór tá út frá Fárao og bað til Harrans. 31Og Harrin gjørdi, eins og Móses bað um, og læt bitflugurnar víkja frá Fárao og tænarum hans og fólki hans, so at ikki ein var eftir. 32Men Fárao herdi eisini hesa ferðina hjarta sítt og læt ikki fólkið fara.
Currently Selected:
Exodus 8: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society