Exodus 7
7
Framhald
1Men Harrin segði við Móses: «Sí, eg geri teg sum Guð fyri Fárao; men Áron, bróðir tín, skal vera profetur tín. 2Tú skalt siga við hann alt, sum eg bjóði tær, men Áron, bróðir tín, skal bera tað upp á mál við Fárao, til tess at hann skal geva Ísraelsmonnum loyvi at fara úr landi sínum. 3Men eg skal herða hjarta Fáraos og síðan fremja mong jartekin og mangar fyriburðir í Egyptalandi. 4Kortini vil Fárao ikki lurta eftir tykkum; men eg skal leggja hond mína á Egyptaland og føra herfylkingar mínar, fólk mítt Ísraelsmenn, út úr Egyptalandi við miklum revsingardómum; 5og Egyptar skulu sanna, at eg eri Harrin, tá ið eg rætti út hond mína yvir Egyptaland og føri Ísraelsmenn út frá teimum!» 6Tá gjørdu Móses og Áron, eins og Harrin hevði boðið teimum at gera. 7Móses var áttati ára gamal og Áron áttati og trý, tá ið teir talaðu við Fárao.
Jartekin við stavi Árons
8Síðan talaði Harrin við Móses og Áron og segði: 9«Tá ið Fárao krevur okkurt jartekin av tykkum, tá skalt tú siga við Áron: Tak stav tín og tveit hann niður fyri Fárao, so skal hann verða ormur.» 10Síðan gingu Móses og Áron inn fyri Fárao og gjørdu, eins og Harrin hevði boðið teimum. Áron tók stav sín og tveitti hann niður fyri Fárao og tænarar hansara; og stavurin varð ormur. 11Tá sendi Fárao boð eftir vísmonnunum og gandakøllunum, men hesir rúnarmenn Egyptalands vóru førir fyri at gera tað sama við rúnarveldi sínum. 12Teir tveittu frá sær hvør sín stav, og stavirnir vórðu at ormum; men stavur Árons gloypti støvum teirra. 13Men hjarta Fáraos herdist við sama lag, og hann vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt.
Fyrsta plága: Vatn til blóð
14Tá segði Harrin við Móses: «Hjarta Fáraos er hart, og hann vil ikki loyva fólkinum at fara; 15far tí í morgin snimma til Fárao, tá ið hann fer oman at vatninum, og statt fyri honum á Níláarbakkanum; í hondini skalt tú hava stavin, sum varð ormur; 16og tú skalt siga við hann: «Harrin, Guð Hebrea, hevur sent meg til tín við hesum boðum: Loyv fólki mínum at fara, so at tey mega tæna mær í oyðimørkini. Men higartil hevur tú verið óhoyriligur. 17So sigur Harrin: Av hesum skalt tú sanna, at eg eri Harrin: Sí, við hesum stavi, sum eg havi í hondini, skal eg sláa á vatnið í Nílánni, so at tað verður broytt í blóð! 18Fiskarnir í Nílánni skulu doyggja, og Níláin skal dampa so illa, at Egyptum stendst við at drekka vatnið úr Nílánni!» 19Og Harrin mælti við Móses: «Sig við Áron: Tak stav tín og rætt hond tína út yvir vøtn Egyptalands, yvir áir og løkir, yvir blotar og allar hyljar, og vatnið skal verða at blóði; og blóðið skal vera um alt Egyptaland bæði í træílátum og steinkerum.» 20Móses og Áron gjørdu nú, eins og Harrin hevði boðið; og hann hevði upp stavin og sló á vatnið í Nílánni fyri eygum Fáraos og fyri eygum tænara hans; og alt vatnið í Nílánni broyttist og varð blóð. 21Fiskarnir í Nílánni doyðu; og Níláin dampaði so illa, at Egyptar ikki kundu drekka vatnið úr henni; og blóð var um alt Egyptaland. 22Men rúnarmenn Egypta gjørdu tað sama við rúnarveldi sínum; tí herdist hjarta Fáraos; og hann vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt. 23Fárao snúðist heim aftur til sín sjálvs og legði heldur einki lag í hetta. 24Men allir Egyptar løgdust at grava fram við Nílánna eftir vatni til at drekka, tí at teir kundu ikki drekka vatnið úr Nílánni. 25Nú liðu sjey dagar, eftir at Harrin hevði sligið Nílánna.
Currently Selected:
Exodus 7: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society