YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 9

9
Fimta plágan: Fenaðardrepsóttin
1Tá mælti Harrin við Móses: «Gakk inn fyri Fárao og sig við hann: So sigur Harrin, Guð Hebrea: Gev fólki mínum loyvi at fara, so at tey mega tæna mær; 2men synjar tú teimum at fara, og tú heldur teimum aftur longur, 3tá skal hond Harrans koma yvir fenað tín á markini, bæði yvir ross og asnar, kamelar, neyt og seyð við ógvuligari drepsótt. 4Men Harrin skal gera tann mun á fenaði Ísraelsmanna og fenaði Egypta, at eingin skepna hjá Ísraelsmonnum skal verða rakt av drepsóttini.» 5Og Harrin ásetti tíð og segði: «Í morgin skal Harrin lata hetta verða landinum fyri.» 6Dagin eftir læt Harrin berast á, og allur fenaður Egypta doyði; men av øllum fenaði Ísraelsmanna doyði ikki ein einasta skepna. 7Fárao sendi fólk at fregnast, og sí, ikki ein einasta skepna hjá Ísraelsmonnum var deyð; tó herdi Fárao hjarta sítt og vildi ikki lata fólkið fara.
Sætta plágan: Kýlasóttin
8Tá segði Harrin við Móses og Áron: «Takið tykkum fullar lúkur av sóti úr bræðsluovninum! Móses skal spjaða tað upp í loft fyri eygum Fáraos; 9og tað skal verða at dusti um alt Egyptaland; og av tí skulu koma kýli, ið bróta út í svullum bæði á monnum og djórum um alt Egyptaland.» 10Teir tóku tá sót úr bræðsluovninum og gingu fyri Fárao; og Móses spjaddi tað upp í loft; og av tí komu kýli, sum brutu út í svullum bæði á monnum og djórum. 11Og rúnarmenninir kundu hesa ferðina einki gera ímóti Mósesi vegna tess, at teir fingu sjálvir svullir eins og allir aðrir í Egyptalandi. 12Men Harrin herdi hjarta Fáraos; og hann vildi ikki lurta eftir teimum, eins og Harrin hevði sagt Mósesi.
Sjeynda plágan: Heglingur
13Tá mælti Harrin við Móses: «Far snimma upp í morgin og gakk inn fyri Fárao og sig við hann: So sigur Harrin, Guð Hebrea: Gev fólki mínum loyvi at fara, so at teir mega tæna mær! 14Tí at hesa ferðina ætli eg at senda allar plágur mínar yvir sjálvan teg, yvir tænarar tínar og fólk títt, til tess at tú skalt sanna, at eingin er javnlíki mín á allari jørðini. 15Annars átti eg longu at havt hevjað hond mína og sligið teg og fólk títt við drepsótt, so at tú vart oyddur út av jørðini; 16men eg havi eirt tær til tess at sýna á tær mátt mín og kunngera navn mítt um alla jørðina. 17Rísur tú aftur upp ímóti fólki mínum við ikki at lata tey fara, 18tá skal eg um hetta mundið í morgin lata ymja niður øgiligan hegling, so grovan, at tílíkt ongantíð áður hevur verið í Egyptalandi frá tí degi, tað varð til, og alt at hesum degi! 19Tí mást tú sum skjótast taka inn fenað tín og alt, sum tú hevur úti á bønum; tí at allir menn og allar skepnur, sum úti eru og ikki koma inn undir tak og verða fyri høglunum, munnu týna lívið.» 20Teir av tænarum Fáraos, ið óttaðust orð Harrans, fingu nú trælir sínar og fenað inn undir tak; 21men teir, ið ongar gætur góvu orðum Harrans, lótu trælir sínar og fenað verða úti. 22Tá segði Harrin við Móses: «Rætt út hond tína móti himni, so skal heglingur ymja niður yvir alt Egyptaland bæði yvir fólk og fenað og allan jarðargróður í Egyptalandi!» 23Tá rætti Móses stav sín móti himni, og í sama bili læt Harrin toruslátt og hegling ymja; og snarljósini glumdu til jarðar; og Harrin læt hegling ymja yvir Egyptaland. 24Og heglingsælið dundi, og snarljósini gingu mitt í heglinginum so øgiliga, at tílíkt ongantíð áður hevði verið í øllum Egyptalandi, síðan landið varð bygt. 25Í øllum Egyptalandi týndi heglingurin alt, sum var úti á markini; bæði fólk og fenað og allan jarðargróður týndi heglingurin og smildraði hvørt træ á markini. 26Einans í Gosenland, har Ísraelsmenn búðu, kom ikki eitt tað einasta hagl.
27Tá sendi Fárao boð eftir Mósesi og Ároni og segði við teir: «Hesa ferðina havi eg syndað! Harrin hevur rætt, men eg og fólk mítt hava órætt! 28Biðið til Harrans, tí at nóg mikið hevur nú verið av toruslátti og heglingi Guðs. Eg skal nú lata tykkum fara, og ikki skal longur verða lagt hald á tykkum!» 29Móses svaraði honum: «So skjótt sum eg komi út um borgina, skal eg breiða út hendur mínar móti Harranum, og tá skal toruslátturin lætta av og heglingurin linna, til tess at tú skalt sanna, at jørðin tilhoyrir Harranum. 30Men eg veit, at enn óttast hvørki tú ella tænarar tínir Harran Guð.» 31Og línið og byggið varð sligið niður, tí at øks vóru komin á byggið, og línið blómaði; 32men hveitin og speltin vóru ikki sligin niður, tí at tey koma seinni fyri seg. 33Síðan fór Móses frá Fárao og út um borgina; og tá ið hann breiddi út hendur sínar móti Harranum, lættu torusláttur og heglingur av, og regnið umdi ikki meira til jarðar. 34Men tá ið Fárao sá, at regn og heglingur og torusláttur lættu av, helt hann áfram at synda, og hann og tænarar hansara herdu hjørtu síni. 35Hjarta Fáraos var tá so hert, at hann ikki vildi loyva Ísraelsmonnum at fara, eins og Harrin hevði sagt Mósesi.

Currently Selected:

Exodus 9: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in