Exodus 6
6
Guð sendir Móses til fólksins og til Fárao
2Og Guð talaði við Móses og segði við hann: «Eg eri Harrin! 3Eg birtist fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi sum Guð hin alvaldi, men undir navninum «Harrin» havi eg ikki opinberað meg fyri teimum. 4Eg gjørdi eisini sáttmála við teir um at geva teimum Kánáanland, útlegdarland teirra, har teir livdu sum útisetar. 5Og tá ið nú Ísraelsmenn rópaðu av neyð undan Egyptum, ið trælkaðu teir, tá hoyrdi eg teir og mintist á sáttmála mín. 6Tí skalt tú siga við Ísraelsmenn: Eg eri Harrin! Eg skal sleppa tykkum undan teimum byrðum, ið Egyptar hava lagt á tykkum, og bjarga tykkum undan trælaoki teirra og loysa tykkum út við útrættum armi og miklum revsingardómum! 7Og eg vil velja tykkum út til at vera fólk mítt, og eg vil vera Guð tykkara, og tit skulu sanna, at eg eri Harrin, Guð tykkara, sum frelsir tykkum undan trælabyrðum Egyptanna! 8Eg skal føra tykkum inn í tað landið, sum eg svór at geva Ábrahami, Ísaki og Jákupi; tað gevi eg tykkum til ognar; eg eri Harrin!» 9Móses kunngjørdi nú Ísraelsmonnum hetta; men teir lurtaðu ikki eftir Mósesi, av tí at tann harða trælavinna hevði gjørt teir hugbrotnar. 10Tá talaði Harrin við Móses og segði: 11«Far og sig við Fárao, Egyptalands kong, at hann skal lata Ísraelsmenn fara burtur úr landi sínum.» 12Men Móses tók til máls fyri ásjón Harrans og segði: «Sí, Ísraelsmenn vildu ikki lurta eftir mær, hvussu skal tá Fárao leggja lag í, hvat eg sigi, eg, sum eri óumskorin á vørrum?» 13Harrin talaði tá við Móses og Áron og beyð teimum at fara til Fárao, Egyptalands kong, til tess at føra Ísraelsmenn út av Egyptalandi.
Ætt Rubens, Símeons og Levi
14Hesir vóru ættarhøvdingar teirra: Synir Rubens, hins frumgitna sonar Ísraels: Hánok, Pallu, Hezron og Karmi; hetta eru kyntættir Rubens. 15Synir Símeons: Jemuel, Jámin, Óhad, Jákin, Zóhar og Sjául, sonur hinnar kanversku konunnar; hesir eru kyntættir Símeons. 16Hesi eru nøvnini á sonum Levi eftir ættartali teirra: Gersjon, Kehat og Merari. Ævidagar Levi vóru eitt hundrað og tríati og sjey ár. 17Synir Gersjons: Libni og Sjimei eftir kyntáttum teirra. 18Synir Kehats: Amram, Jizhar, Hebron og Uzziel. Ævidagar Kehats vóru eitt hundrað og tríati og trý ár. 19Synir Merari: Máli og Musji; hetta eru kyntættir Levi eftir ættartali teirra. 20Og Amram tók sær Jókebed, faðirsystur sína, til konu, og hon føddi honum Áron og Móses. Amrams ævidagar vóru eitt hundrað og tríati og sjey ár. 21Synir Jizhars: Kóra, Nefeg og Zikri. 22Synir Uzziels: Misjael, Elzafan og Sitri. 23Áron tók sær Elisjebu, dóttur Amminadabs, systur Náhsjons, til konu; og hon føddi honum Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar. 24Synir Kóra: Assir, Elkana og Ábiasaf; hetta eru kyntættir Kóraita. 25Eleazar, sonur Árons, tók sær eina av døtrum Putiels til konu; og hon føddi honum Pinehas; hetta eru ættarhøvdingar Levitanna eftir kyntáttum teirra. 26Tað var við henda Áron og henda Móses, at Guð segði: «Førið Ísraelsmenn út úr Egyptalandi eftir herfylkingum teirra!» 27Tað vóru teir, ið talaðu við Fárao, Egyptalands kong, um at føra Ísraelsmenn út úr Egyptalandi, hesir somu Móses og Áron.
Guð sendir Móses til fólksins og til Fárao
28Ta ferðina, tá ið Harrin talaði við Móses í Egyptalandi, 29tá mælti hann hesum orðum við Móses: «Eg eri Harrin! Kunnger Fárao, Egyptalands kongi, alt, sum eg sigi tær!» 30Men Móses svaraði, har hann stóð fyri ásjón Harrans: «Eg eri óumskorin á vørrum, hvussu kann Fárao geva orðum mínum gætur?»
Currently Selected:
Exodus 6: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society