Exodus 31
31
Hagleiksmenninir verða valdir
1Harrin talaði framvegis við Móses og segði: 2«Sí, eg havi kallað Bezalel Urison Hurssonar av Júdaætt 3og fylt hann við guddómsanda, við fróðskapi, vitsku og skynsemi til alt virki, 4bæði til at upphugsa listaverk og til at smíða úr gulli, silvuri og kopari, 5til at skera út steinar til groypingar og gera skurðarverk úr træi – til at vinna at alskyns smíði. 6Og eg havi givið honum Óhóliab Áhisámaksson av Dáns ætt sum hjálparmann; og øllum hagleiksmonnum havi eg givið skynsemi, so at teir mega gera alt tað, sum eg havi boðið tær: 7Samfundartjaldið, vitnisburðarørkina, sáttarlokið á henni og øll reiði tjaldsins, 8borðið og øll amboð tess, ljósastakan av skírum gulli og allar lutir hans og roykilsisaltarið, 9brennioffuraltarið og øll amboð tess, tváttarkerið og fót tess, 10skreytklæðini, halgiklæði Árons prests og prestatænastuklæði hjá sonum hansara, 11salvingaroljuna og hitt vælangandi roykilsið í halgidóminum, alt skulu teir gera í øllum, eins og eg havi boðið tær.»
Hvíludagsboðið
12Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: 13«Tala við Ísraelsmenn og sig: Fram um alt skulu tit halda hvíludagar mínar, tí at hvíludagurin er tekin millum mín og tykkara, ættarlið eftir ættarlið, so at tit vita, at eg Harrin eri tann, ið halgar tykkum! 14Hvíludagin skulu tit halda, tí at hann skal vera tykkum heilagur; hvør tann, ið vanhalgar hann, skal eirindaleyst týna lívið; ja, hvør maður, sum á hvíludegnum vinnur at nøkrum verki, skal vissuliga verða oyddur úr tjóð síni! 15Í seks dagar skal verk verða vunnið, men hin sjeyndi skal vera fullkomin hvíludagur, halgaður Harranum; hvør tann, ið vinnur verk á hvíludegnum, skal vissuliga týna lívið! 16Tí skulu Ísraelsmenn leggja sær væl í geyma at halda hvíludagin heilagan ættarlið eftir ættarlið sum ævigan sáttmála. 17Um allar ævir skal hann vera tekin millum mín og Ísraelsmanna; tí at í seks dagar skapaði Guð himin og jørð, men á sjeynda degi hvíldi hann og unti sær andarúm.»
Harrin gevur Mósesi steintalvurnar
18Tá ið hann nú hevði lokið talu sína við Móses á Sinai fjalli, fekk hann honum báðar vitnisburðartalvurnar, steintalvurnar ritaðar við fingri Guðs.
Currently Selected:
Exodus 31: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society