YouVersion Logo
Search Icon

Exodus 30

30
Reglur um roykilsisaltarið
1Og tú skalt gera altar til at brenna roykilsi á; tað skalt tú búgva til av ákásiuviði, 2eina alin langt og eina alin breitt, fýrhyrnt skal tað vera, tvær alnir høgt og horn tess áføst við tað. 3Tú skalt leggja tað við skírum gulli bæði omaná og við síðurnar alt íkring og horn tess við og gera brún av gulli kring um tað. 4Framvegis skalt tú gera á tí tveir ringar av gulli niðanvert við brúnina báðumegin; við báðar síður tess skalt tú festa teir til at stinga stengurnar ígjøgnum til at bera tað við. 5Stengurnar skalt tú gera av ákásiuviði og leggja tær við gulli. 6Og síðan skalt tú seta tað fyri framman fortjaldið, sum er fyri vitnisburðarørkini, fyri framman sáttarlokið, ið liggur yvir vitnisburðin, har ið eg vil koma á fund við teg. 7Og Áron skal brenna angandi roykilsi á tí hvønn morgun; tá ið hann tilreiðir lampurnar, skal hann kveikja roykilsið. 8Sama skal hann gera um sólsetur, tá ið hann setir lampurnar upp á ljósastakan; hetta skal vera hitt dagliga roykilsisofrið frammi fyri Harranum hjá øllum eftirkomarum tykkara. 9Tit mega ikki lata fremmant roykilsi koma upp á tað ella brennioffur ella grónoffur, og heldur ikki droypioffur mega tit úthella á tí. 10Eina ferð um árið skal Áron inna sáttargerð á hornum tess; hann skal taka blóðið av sáttargerðarofrinum eina ferð um árið og inna sáttargerð á tí fyri tykkum, ættarlið eftir ættarlið. Tað er háheilagt fyri Harranum.»
Reglur um halgidómstollin
11Og Harrin talaði við Móses og segði: 12«Tá ið tú tekur manntal av Ísraelsmonnum og kannar teir, tá skal hvør maður, ið kannaður verður, greiða Harranum sáttargjald fyri lív sítt, til tess at ikki ógæva skal standast av fólkakanningini. 13Hvør tann, ið kannaður verður, skal greiða hálvan sikul í silvuri eftir halgidómsins virði, sum er tjúgu gerur fyri hvønn sikul, hálvan sikul sum offuravskurð Harranum til handar. 14Hvør tann, ið kannaður verður, í tjúgu ára aldri og eldri, skal greiða Harranum henda offuravskurð. 15Hin ríki skal ikki greiða meiri og hin fátæki ikki minni enn hálvan sikul sum offuravskurð til Harrans til tess at inna sáttargerð fyri lív sítt. 16Hetta sáttargjald skalt tú taka av Ísraelsmonnum og nýta tað til tænastuna í samfundartjaldinum; tað skal minna Harran á Ísraelsmenn og vera sáttargjald fyri lív tykkara.»
Reglur um tváttarkerið
17Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: 18«Tú skalt gera koparker við fóti av kopari til tvátt og seta tað millum samfundartjaldið og altarið og lata vatn í tað. 19Í tí skulu Áron og synir hansara tváa hendur og føtur sínar. 20Tá ið teir ganga inn í samfundartjaldið, skulu teir tváa sær við vatninum fyri ikki at týna lívið; og somuleiðis tá ið teir nærkast altarinum undir tænastuni við at brenna eldoffur til Harrans, 21skulu teir tváa hendur sínar og føtur, so at teir ikki týna lívið. Hetta skal vera honum og eftirkomarum hans ævigt løgmál ættarlið eftir ættarlið.»
Reglur um hina heilagu salvuoljuna
22Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: 23«Tak tær hinar avbærastu balsamurtir, fimm hundrað siklar av sjálvrunnari myrru og hálvt so nógv ella tvey hundrað og fimmti siklar av vælangandi kanelbarki, og tvey hundrað og fimmti siklar av vælangandi kalmus, 24og fimm hundrað siklar av kanelviði eftir halgiðómsins virdi og eina hin av oljuberjaolju. 25Av hesum skalt tú búgva til heilaga salvingarolju, vælangandi smyrsl, eins og salvublandarar tilreiða. Tað skal vera heilag salvingarolja. 26Við hesum skalt tú salva samfundartjaldið og vitnisburðarørkina, 27borðið við øllum reiði sínum og ljósastakan við øllum reiði sínum og roykilsisaltarið, 28brennioffuraltarið við øllum reiði sínum og tváttarkerið og fót tess; 29tú skalt halga tey, so at tey verða háheilag; hvør, ið tá nertur við tey, skal verða taldur heilagur. 30Eisini Áron og synir hansara skalt tú salva og halga teir til at vera prestar fyri mær. 31Men við Ísraelsmenn skalt tú siga soleiðis: Hetta skal vera mær heilag salvingarolja hjá tykkum ættarlið eftir ættarlið. 32Hon má ikki verða úthelt yvir menn frá hond; og ikki mega tit tilreiða tykkum olju av sama slag til egnu nýtslu; hon er heilag, og heilag skal hon vera tykkum. 33Maður, ið tilreiðir somu salvu ella letur hana koma á óvígdan, skal verða oyddur úr tjóð síni!»
Reglur um hitt heilaga roykilsið
34Framvegis mælti Harrin við Móses: «Tak tær vælangandi urtir, ópobalsam og havsniglaskeljar, galbanum og reinan virak, eins nógv av hvørjum, 35og tilreið av tí roykilsi, eins og hinir salvukønu gera, saltað, reint og heilagt. 36Nakað av tí skalt tú mylja smátt sundur, og nakað av tí skalt tú leggja frammanvert við vitnisburðin í samfundartjaldinum har, ið eg vil koma til fundar við teg. Tað skal vera tykkum háheilagt. 37Roykilsi, sum er búgvið til eftir hesum hátti, mega tit ikki gera tykkum til egnu nýtslu; tú skalt telja tað Harranum halgað. 38Tann, ið ger sær nakað tílíkt til tess at njóta angan av tí, skal verða oyddur úr tjóð síni.»

Currently Selected:

Exodus 30: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in