Exodus 32
32
Gullkálvurin
1Men tá ið fólkið sá, at Móses drálaði við komu síni niður aftur av fjallinum, tyrptist alt fólkið kring um Áron og segði við hann: «Kom tú og ger okkum gud, sum skal vera á odda fyri okkum; tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum manni Mósesi, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi!» 2Áron svaraði teimum: «Slítið gullringarnar úr oyrunum á konum tykkara, sonum og døtrum og fáið mær teir!» 3Tá sleit alt fólkið gullringarnar úr oyrum sínum og kom til Árons við teimum. 4Og hann tók við teimum av hondum teirra, evnaði gullið við meitli og gjørdi stoyptan kálv av teimum. Tá søgdu teir: «Her, Ísrael, er gud tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!» 5Tá ið Áron sá hetta, reisti hann honum altar og læt kunngera: «Í morgin skal verða hildin hátíð fyri Harranum!» 6Morgunin eftir fóru teir snimma upp og ofraðu brennioffur og frambóru takkaroffur, settust niður at eta og drekka og fóru síðan upp at halda sær at gamni.
7Tá segði Harrin við Móses: «Skunda tær oman aftur, tí at fólk títt, sum tú leiddi út úr Egyptalandi, hevur gjørt skaðagerð! 8Skjótt viku teir av teirri leið, sum eg beyð teimum at ganga! Teir hava gjørt sær stoyptan kálv; og teir hava tilbiðið hann og framborið honum offur og sagt: Her, Ísrael, er gud tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!» 9Og Harrin segði við Móses: «Eg havi givið mær far um hetta fólkið og sæð, at tað er fólk við hørðum svíra. 10Men lat meg nú ráða, so vil eg kveikja vreiði mína móti teimum og beina fyri teimum, men teg skal eg gera at miklari tjóð!» 11Men Móses royndi at blíðka Harran, Guð sín, og segði: «Hví skal bræði tín brenna ímóti fólki tínum, ið tú hevur leitt út úr Egyptalandi við miklum mátti og sterkari hond? 12Hví skulu Egyptar kunna siga: Við ilskuráði leiddi hann teir út, til tess at beina fyri teimum uppi millum fjalla og oyða teir út av jørðini! Lat nú brennandi bræði tína lætta av og iðra teg um tað illa, ið tú hevði ætlað at gera fólki tínum! 13Minst tænarar tínar, Ábraham, Ísak og Ísrael, sum tú svórt við sjálvan teg og heitti: Eg vil gera avkom tykkara fjølment eins og stjørnur himinsins og geva teimum alt hetta landið, sum eg havi talað um, til ognar um allar ævir!» 14Tá iðraði Harrin seg um ta ógævu, sum hann hevði hótt fólk sítt við.
15Síðan snúðist Móses oman aftur av fjallinum og hevði í hendi báðar vitnisburðartalvurnar, ið báðumegin var ritað á, á báðum síðum var ritað á tær. 16Talvurnar vóru Guðs verk, og ritningin ritað av Guði, rist inn í talvurnar. 17Men tá ið Jósva hoyrdi glymin av fólkinum, segði hann við Móses: «Rómur av bardaga dynur í herbúðunum!» 18Men hann svaraði: «Hatta er hvørki rómur av monnum, ið sigrað hava, ella av monnum, ið ósigur hava havt; hatta er songur, sum eg hoyri!» 19Og tá ið Móses nærkaðist herbúðunum og sá kálvin og dansin, varð hann so rúkandi óður, at hann tveitti talvurnar frá sær og smildraði tær niðri undir fjallinum. 20Síðan tók hann kálvin, sum teir høvdu gjørt, brendi hann í eldi og muldi hann í dust, spjaddi tað út í vatnið og læt Ísraelsmenn drekka av tí. 21Og Móses segði við Áron: «Hvat hevur hetta fólk gjørt við teg, at tú skuldi leiða so stóra synd yvir tað?» 22Áron svaraði: «Verð ikki vreiður, harri mín, tú veitst sjálvur, at fólkið stundar á tað illa; 23teir søgdu við meg: Ger okkum gud, sum kann ganga á odda fyri okkum; tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum manni, Mósesi, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi. 24Tá segði eg við teir: Øll, ið gullgripir hava, skulu slíta teir av sær og fáa mær teir! Síðan legði eg tað í eldin, og úrslitið varð hesin kálvur.»
25Men tá ið nú Móses sá, at fólkið einki teymahald hevði á sær, við tað at Áron hevði givið teimum leysar teymar, so at fíggindar teirra hildu fragd at teimum, 26tá tók hann støðu við tjaldbúðaliðið og mælti: «Higar til mín allir, ið halda við Harranum!» Tá savnaðust allir Levitar til hansara. 27Og hann mælti við teir: «So sigur Harrin, Guð Ísraels: Gyrðið tykkum allir svørði og farið um allar herbúðirnar endilangar og jarðleggið hvør sín bróður, vin og frænda!» 28Levitarnir gjørdu nú, eins og Móses beyð teimum; og trý túsund mans av fólkinum fullu á tí degi. 29Tá segði Móses: «Frá hesum degi skulu tit vera prestar fyri Harranum; tí fyri at eingin eirdi syni ella bróður, skal tykkum í dag verða signing fyri.» 30Dagin eftir segði Móses við fólkið: «Tit hava syndað í stórum; men nú skal eg fara niðan til Harrans og royna at fáa í lag sáttargerð fyri syndir tykkara!» 31Tá snúðist Móses aftur til Harrans og mælti: «Á, hetta fólk hevur syndað í stórum og gjørt sær gud av gulli! 32Men nú biði eg teg fyrigeva synd teirra; og vilt tú ikki tað, tá biði eg teg strika meg út av bók tíni, sum tú skrivar í!» 33Men Harrin svaraði: «Hann, ið syndað hevur ímóti mær, vil eg strika út av bók míni! 34Men far nú og leið fólkið hagar, ið eg havi sagt tær; sí eingil mín skal ganga undan tær; men tá ið mín tími er komin, vil eg endurgjalda teimum syndir teirra!» 35Og soleiðis sló Harrin fólkið, fyri tað at teir høvdu latið gera kálvin, sum Áron gjørdi.
Currently Selected:
Exodus 32: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society