Exodus 24
24
Sáttmálagerðin við Sinai. Lógartalvurnar
1Og hann segði við Móses: «Komið niðan til Harran, tú og Áron, Nádab og Ábihu og sjeyti av hinum elstu í Ísrael og tilbiðið fjarstaddir. 2Móses eina má nærkast Harranum, ikki hinir; og fólkið má heldur ikki koma niðan við honum.» 3Tá ið Móses kom aftur og kunngjørdi fólkinum øll orð Harrans og allar skipanirnar, svaraði alt fólkið við einari rødd og segði: «Øll boð Harrans vilja vit halda!» 4Tá skrivaði Móses orð Harrans niður; og snimma morgunin eftir reisti hann altar undir fjallinum og tólv steinsúlur eftir Ísraels tólv ættargreinum. 5Síðan sendi hann ungar Ísraelitar at frambera Harranum brennioffur og slátra tarvar sum takkaroffur. 6Móses tók helmingin av blóðinum og læt tað upp í offurbollarnar, men hin helmingin støkti hann upp á altarið. 7So tók hann sáttmálabókina og las upp fyri fólkinum; og teir svaraðu: «Alt, sum Harrin sigur, vilja vit gera og lýða honum!» 8Móses tók nú blóðið og støkti á fólkið og segði: «Sí, hetta er blóð sáttmála tess, ið Harrin hevur gjørt við tykkum og grundaður er á øllum hesum orðum!
9Síðan fóru teir niðan, Móses, Áron, Nádab og Ábihu og sjeyti av hinum elstu í Ísrael; 10og har sóu teir Ísraels Guð; undir fótum hans var eins og pallur av saffirhellum, ljómandi eins og himinin sjálvur. 11Men hann legði ikki hond á Ísraels mætastu menn; teir sóu Guð og ótu og drukku.
12Og Harrin segði við Móses: «Kom niðan á fjallið til mín og verð har, so skal eg geva tær steintalvurnar, lógina og boðini, sum eg havi skrivað til tess at geva teimum leiðbeining.» 13So fóru teir avstað, Móses og Jósva, tænari hans; og Móses fór niðan á fjall Guðs. 14Men við hinar elstu segði hann: «Bíðið her, til vit koma aftur til tykkara; tit hava Áron og Hur hjá tykkum, so at um einhvør hevur mál at kæra, kann hann snúgva sær til teirra!» 15Móses fór tá niðan á fjallið; men skýggið huldi fjallið; 16og dýrd Harrans legði seg á Sinai fjall; og tá ið skýggið hevði hult tað í seks dagar, rópaði Harrin hin sjeynda dagin á Móses út úr miðjum skýggi; 17men fyri Ísraelsmonnum var dýrd Harrans á at líta sum oyðandi eldur dygst uppi á fjallinum. 18Tá fór Móses mitt inn í skýggið og gekk upp á fjallið; og Móses var uppi á fjallinum í fjøruti dagar og fjøruti nætur.
Currently Selected:
Exodus 24: FB
Highlight
Share
Copy
Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in
©1961 Bibelselskabet, The Danish Bible Society